Nova Innovation er vald til at fáa stuðul frá ES til framleiðslu sjóvarfalsorku í Orknoyggjum til 4MW. Verkætlanin fer at gerast størsta av sínum slag við sjóvarfalsorku í heiminum skrivar Insider.co.uk. Peningurin skal brúkast til at framleiða turbinur hjá sjóvarfalsorkuídnaðinum, sum hevur høvuðssæti í Edinburgh.
Fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Humza Yousaf sigur í eini viðmerking, at verktælanin hjá Nova í “European Marine Energy Centre” (EMEC) í Orknoyggjum fer at skunda undir menning av nýggja grøna ídnaðinum og hjálpa Skotlandi at byggja út varandi orku, sum stavar frá havinum og vera leiðandi á økinum í heiminum.
SEASTAR verkætlanin, sum hon eitur, byggir m.a. á royndirnar frá Nova Shetland Tidal Array, sum er fyrsta fylking í heiminum, ið leggur seg eftir sjóvarfalsorku. Henda byrjanarverktætlanin hevur síðani 2016 veitt streym til húsarhald og vinnufyritøkur í Hetlandi. Síðani hevur Nova ment tøknina og minkað um kostnaðin av sjóvarfalsorku við 40%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald