Innanlands

Skansaflotin heima at venda - alt gekk uppá stás

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Skansi Offshore vóru øll fimm frálandsskipini í Føroyum í senn fyri at skifta manningar.

Seinasta av Skansskipunum, Torsborg, júst komið á Havnina fyri at skifta manning. Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen og manningarleiðarin, Gunnvá M. Olsen bjóða skipinum og skiparanum Mortan Bech vælkomin til Føroya. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Seinasta av Skansskipunum, Torsborg, júst komið á Havnina fyri at skifta manning. Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen og manningarleiðarin, Gunnvá M. Olsen bjóða skipinum og skiparanum Mortan Bech vælkomin til Føroya. Mynd Jan Müller/oljan.fo

2020-04-07 12:05 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Torsborg fyrstu ferð aftur í Føroyum, her við Tinganesi í baksýninum. Mynd Jan Müller

Tað er ikki hent áður, at stórur partur av føroyska frálandsflotanum hevur ligið við bryggju í Føroyum í somu viku. Mest vanligt er nevniliga, at allur flotin er til arbeiðis í Norðsjónum og á nærum øllum heimsins høvum alt árið runt.

[object Object]

Marni Bech, skipari á Torsborg, tá skipið legði at Molanum í Havn í farnu viku. Mynd Jan Müller

Hetta hendi tó nú um dagarnar, tá øll tey fimm frægu frálandsskipini hjá Skansi Offshore komu heim til Føroya at skifta manningar. 60 mans fóru í land og 60 mans fóru umborð, og hesi vælaskip settu eftir stuttan steðg í høvuðsstaðnum, har tey eisini eru heimahoyrandi, kósina í ein eystan, til arbeiðis í Norðsjónum.

Hóast slík umfevnandi operatión ikki er gjørd áður, og tí var ein nýggj avbjóðing fyri reiðaríið, so gekk alt uppá stás. Øll manningarskiftini vórðu framd uttan trupulleikar í hesum annars torføru koronatíðum.

[object Object]

Tórarin Hansen, junior meistari umborð á Torsborg, avmynstrar á Eystaru bryggju í Havn. Mynd Jan Müller

Fremst og fyrst á bryggjunum í Havn at taka ímóti skipunum var manningarleiðarin, Gunnvá M. Olsen, og er hon ikki sørt fegin um, hvussu væl tað gekk í hond at fáa skipini til lands og avstað aftur. Fyri manningarnar kendist hetta eisini sum nakað heilt serligt, tí øll hesi mongu árini hevur verið flogið aftur og fram, tá manningarskifti hava verið. At taka øll skipini heim til manningarskifti ístaðin fyri at brúka vanligu flogrutuna hevur sjálvandi verið ein spennandi avbjóðing, nú tað ikki er roynt áður.

[object Object]

Jákup á Dul Sørensen, dekkari, mynstrar umborð á Torsborg. Mynd Jan Müller


"At avgreiða skiftini í Føroyum hevur verið nakað heilt serligt. Vanliga skifta vit manning 5. hvørja viku. Nú umstøðurnar so brádliga broyttust, settu vit okkum fyri at royna at halda okkum so tætt upp á ætlaðan skiftisdag sum møguligt. Vit kannaðu ymsar møguligar loysnir og fylgdu vit annars væl við støðuni, sum ta einu løtuna broyttist í heilum,” sigur Gunnvá M. Olsen, ið vísir á, at endaliga avgerðin at skifta í Føroyum varð tikin í samráð við kundarnar.

[object Object]

Borgir millum risar. Eldborg og Torsborg á Molakeiini  í Havn saman við tveimum av flaggskipunum í Føroyum,  Norrønu og Smyrli. Mynd Jan Müller.

"Fyrireikingar av ymsum slag skuldu til og kannaðu vit neyðug viðurskifti við myndugleikar og veitarar her í Føroyum áðrenn, og annars hava vit tillagað okkum leiðreglurnar, ið eru í hesum koronatíðum,” sigur Gunnvá og heldur fram:

"At fáa skipini heim til Føroya hevur verið hugaligt og nakað heilt serligt fyri bæði reiðarí og manning. Ta einu løtuna lógu 3 av okkara skipum samstundis á Havnini. Hetta var ein heilt serlig sjón - at sita á okkara skrivstovu og síggja út á skipini,” sigur manningarleiðarin hjá Skansi, sum somuleiðis sigur seg kunna ímynda sær, at tað eisini hevur verið stuttligt hjá familjuni hjá manningini at síggja skipini. Umstøðurnar gjørdu tó, at eingin slapp umborð.

Nú øll skipini eru farin aftur til arbeiðis vónar Gunnvá, at tað fer at ganga væl hjá skipunum, hóast torførar tíðir eru fyri framman í frálandsvinnuni eisini.

[object Object]

Torsborg og Eldborg við Molan í Havn. Mynd Jan Müller

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder