Innanlands

Skifta nú til LED og spara orku í Vestmanna

Hesa vikuna verður arbeitt við at skifta ljósini í ítróttahøllini. Millum annað fyri at spara og eisini vera so mikið gott, at tað livir upp til altjóða krøv. - Verandi lampur eru orkutjóvar, sigur borgarstjórin

– Kommunan skal hugsa burðardygt í øllum, sum hon fæst við, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, og hetta er ein liður í tí. Verandi lampur eru orkutjóvar, so við hesari dagføringini verður íløgan skjótt spard innaftur, og sparingarnar í framtíðini vera av tí sama eisini stórar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu (Mynd: vestmanna.fo)

– Kommunan skal hugsa burðardygt í øllum, sum hon fæst við, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, og hetta er ein liður í tí. Verandi lampur eru orkutjóvar, so við hesari dagføringini verður íløgan skjótt spard innaftur, og sparingarnar í framtíðini vera av tí sama eisini stórar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu (Mynd: vestmanna.fo)

2025-05-14 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar ljóskeldur í ítróttahøllini verða nú skiftar til LED. Á hendan hátt verður orkunýtslan minni og harvið eisini útreiðslurnar.

Soleiðis skrivar vestmanna.fo á heimasíðu sínari.

Arbeiðið fór í gongd í mánamorgun 12. mai og arbeitt verður av øllum alvi við ljósunum hesa vikuna. ELnet stendur fyri arbeiðinum, og eyðkenda høllin verður stongd fyri øllum virksemi hesa vikuna.

Tað er ein stór sparning, sum fylgir við hesari íløgini. Vestmanna kommuna skrivar, at allar 70 lampurnar í ítróttahøllini hava halogen ljósrør, og við at skifta til LED verður roknað við einari orkusparing, sum er omanfyri 50 prosent.

– Kommunan skal hugsa burðardygt í øllum, sum hon fæst við, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, og hetta er ein liður í tí. Verandi lampur eru orkutjóvar, so við hesari dagføringini verður íløgan skjótt spard innaftur, og sparingarnar í framtíðini vera av tí sama eisini stórar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.

[object Object]
Sára Jógvansdóttir

[object Object]
Frá dysti í Vestmanna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Samstundis, sum LED brúkar minni orku enn gløðiperur og halogen, heldur tað í longri tíð. Nýggju ljósini lúka eisini altjóða krøv til altjóða dystir og kappingar.

- Nýggju ljósini kunnu stillast eftir tørvi. Tað fer til dømis at bera til at dempa ljósið til veitslur, og at skrúva heilt upp í 750 lux, sum er krav til altjóða ítróttadystir.

Fyrr í ár vórðu rørsluvarnarar settir upp, so at ljósið tendrar og sløkkir alt eftir, um virksemi er í høllini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder