Uttanlands

Skjótt 13.000 mia. kr. í  norska oljugrunninum

Í dag eru 12.800 mia. kr. í grunninum. Stóri vøksturin og upphæddin ger, at norska stjórnin kann brúka 3% tvs. 384 mia. kr. av oljupengunum um árið

2022-12-13 13:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Fram til endan av september er grunnurin vaksin við 600 mia. kr. ella umleið 5%. Virðið á grunninum var 12.340 mia. kr. 1. januar 2022.

Heldur gongdin seinnu helvt av árinum fram so røkkur hann 13.000 mia. kr. innan stutta tíð skriva norski miðlar. Grunnurin hevur sett met nærum hvørt á síðani 2019. 

Í 2019 var hann uppá 10.000 mia., í 2020 uppá 11.000 mia. og í 2021 uppá 12.000 mia. Tvs. at roknast kann við at hann í 2023 kemur uppá 13.000 mia. kr. 

Tað eru serstakliga trý viðurskifti, sum eru orsøk til vøksturin: Tað eru inntøkurnar frá partabrøvum, krónukursurin og síðani nýggjar oljuinntøkur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder