Innanlands

Skotskir politikarar vitjaðu MEST

Vórðu m.a. kunnaðir um  íkastið hjá fyritøkuni til grøna orkuskiftið eins og  verkætlanina at byggja nýggja turrdokk á Skála

Fv. Kate Sanderson, sendikvinna í London, Richard Mortensen frá Mest, Ronnie Cowan, skotskur tingmaður, Mouritz Mohr, Mest, Angus MacNeil, skotskur tingmaður og Bartal Kass, Mest. Myndir Jan Müller

Fv. Kate Sanderson, sendikvinna í London, Richard Mortensen frá Mest, Ronnie Cowan, skotskur tingmaður, Mouritz Mohr, Mest, Angus MacNeil, skotskur tingmaður og Bartal Kass, Mest. Myndir Jan Müller

2023-12-12 11:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Tey vóru ikki sørt ovfarin, skotsku tingfólkini, tá tey undir vitjan hjá MEST vórðu kunnað um, hvussu nógvar ymiskar vørur og tænastur skipasmiðjan MEST hevur megnað at menna gjøgnum árini, og nú eisini er vorðin ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum við bæði at byggja elriknar fóðurbátar eins og hava sett hol á vindorkuvinnuna, har Mest nú í fleiri førum er vorðin veitari til henda partin av grøna orkuskiftinum í Føroyum. 

[object Object]

Angus Brendan MacNeil úr oynni Barra í  Suðuroyggjum, Hebridunum og Ronnie Cowan úr økinum nærhendis Glasgow, báðir valdir inn í bretska parlamentið í London vegna SNP flokkin, høvdu eina umfevnandi skrá teir dagarnar teir vóru í Føroyum fyri at uppliva og síggja nakað av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum í løtuni.

[object Object]

Richard Mortensen frá Mest greiðir skotsku gestunum frá um nýggju turrdokkina á Skála. Mynd Jan Müller

Ein kann siga, at teir við hesi stuttu vitjan saman við føroysku sendikvinnuni í London, Kate Sanderson vildu sleppa at taka pulsin á nøkrum av tí, sum hendir í føroyska samfelagnum, og her ikki minst útbygging av infrastøðukervinum við undirsjóvartunlum. (Lesið eisini komandi samrøðu um vitjan teirra í Sandoyartunlinum og í Sandoynni.)

[object Object] 

Frá royndartúri í Sandoyartunnlinum, vitjan í løgtinginum og hjá Bakkafrost og SEV, gekk leiðin eisini til skipasmiðjuna MEST í Havn, har teir fingu innlit í fjølbroyttu arbeiðsuppgávurnar hjá fyritøkuni bæði í Føroyum og í Norra, har dótturfelagið hevur ein týðandi leiklut í uppgávum innan offshorevinnuna. 

[object Object]

Nú bæði Bretland og Føroyar standa uttan fyri ES og bæði londini ynskja at økja um sínamillum samarbeiðið varð stóra og  spennandi verkætlanin at byggja nýggja turrdokk á Skála eisini nakað, sum vakti ans hjá gestunum, ið kundu fara heimaftur til Skotlands at greiða frá sínum upplivingum og vitan um m.a. Føroyar sum tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.

[object Object]

Tað er nevniliga eisini málið hjá politisku skipanini í Føroyum at marknaðarføra Føroyar sum eitt stað, ið onnur lond og vinnur, eitt nú stóri grannin Bretland,  kunnu gera brúk av í sambandi við veitan av vørum og tænastum. Og her koma tí eisini MEST og PAM inn í myndina sum tveir upplagdir veitarar.

[object Object] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder