Uttanlands

Skotskur vinnulívsmaður: Burturvið at steðga oljuútbygging eystan fyri Føroyar

Sir Ian Wood telist millum fremstu vinnulívsmenn í Skotlandi nakrantíð. Hann heldur tað vera “absolutely crazy” at steðga oljuútbyggingum

2021-09-08 17:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum bíðað verður eftir eini avgerð frá bretska oljumyndagleikanum OGA, Oil and Gas Authority, um loyvi til eina stóra olju- og gassútbygging eystan fyri Føroyar, nevnd Cambo, verður dúgliga kjakast í serstakliga skotsku miðlunum fyri og ímóti útbyggingini.

[object Object]

Grundgevingarnar fyri at geva loyvi eru m.a., at Bretland fer at hava tørv á oljuni og gassinum til egna nýtslu í mong ár aftrat, og verður útbyggingin ikki framd, so verður neyðugt at innflyta olju úr londum, sum als ongar reguleringar hava í framleiðsluni. Eisini verður víst á avleiðingina, sum forðan av útbyggingini, fer at hava fyri tey 200.000 arbeiðsplássini í oljuvinnuni og fyri stóru skattainntøkurnar.  

Hinvegin vísa mótstøðufólkini á veðurlagsmálið og halda, at ein útbygging fer bara at dálka enn meira og als ikki liva upp til andan og endamálið við altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Glasgow í november.

Málið hevur eisini fingið kendar politikarar at úttala seg, hóast avgerðin liggur hjá myndugleikunum. Fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, stjórnarflokkinum  í Skotlandi, sum er undir trýsti frá teimum grønu, hevur heitt á Boris Johnson um at endurskoða loyvini, sum eru latin. Til tað sigur bretski forsætisráðharrin, at hann kann ikki fara inn og bróta gjørdar avtalur.

Nú verður so bíðað eftir avgerðini hjá loyvismyndugleikanum OGA, sum tað ljóðar fer at geva grønt ljós til útbyggingina, um hon livir upp til allar treytirnar. Spurningurin er bara nær tann avgerðin verður tikin, undan ella eftir COP26 veðurlagsráðstevnuna.

[object Object]

Absolutely crazy at steðga útbygging

Nú eru so eisini kend vinnulívsfólk í Skotlandi farin út á “barrikadurnar” til frama fyri útbyggingini.

Ein tann kendasti og mest virdi vinnulívsmaðurin í Skotlandi og fyrrverandi stjóri í risastóru vinnulívsfyritøkuni Wood Group, Sir Ian Wood, letur nú hoyra frá sær í nógv umrødda Cambo-málinum, har umhvørvisfólk og  politikarar í Skotlandi royna at steðga útbyggingini av stóru olju- og gasskelduni  eystan fyri Føroyar.

Hann sigur í eini viðmerking í BBC, at tað fer at vera “absolutely crazy”, vitleyst og burturvið, um nýggj oljuleiting og nýggjar útbyggingar av oljufundum verða steðgaðar eitt nú vestan fyri Hetland. Eitt slíkt stig fer at vera eitt stórt afturstig, tí tað kann fáa avleiðingar fyri lokala eftirspurningin eftir olju og gass, við tí avleiðing, at neyðugt verður at innflyta olju og gass úr londum, sum hava lítið og einki eftirlit við framleiðsluni.

Ian Wood segði víðari við BBC Scotland, at kemur málið uppá politiskt støði, so eigur  bretska stjórnin at loyva oljufeløgunum Siccar Point Energy og Shell at útbyggja Cambo oljukelduna, ið aftur kann koma at tryggja veitingartrygdina hjá øllum Bretlandi umframt at varðveita tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni.

Sir Ian Wood sigur, at fer stjórnin at lurta eftir krøvunum at steðga hesi og øðrum útbyggingum eins og leiting, so fer tað í síðsta enda at skaða umhvørvið. Oljuvinnan hevur nevniliga ein týðandi leiklut í royndunum at fremja tað grøna skiftið, og hetta sæst m.a. aftur í avtaluni, The Transition Green Deal, sum oljuvinnan og myndugleikarnir í Bretlandi hava gjørt, og har málið er at fremja tiltøk til tess at minka um CO2 útlátið við eitt nú at elektrifisera verandi og komandi oljupallar.

Sir Ian Wood var stjóri í Wood Group frá  1967 til 2006 og nevndarformaður til 2012. Í dag er hann nevndarformaður í “Opportunity North East”, sum er sett á stovn av privatum fyritøkum til tess at víðka um og menna búskapin í norðureystara partinum av Skotlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder