
Hetta hendi á ráðstevnu í IMO, The International Maritime Organization, sum er altjóða ST felagsskapurin fyri skipaferðslu. Sambært avtaluni skulu øll heimsins lond binda seg til at taka stig til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
Avtalan fevnir um eitt nýtt støði fyri brennievni til skip eins og eina altjóða prísskipan fyri útlát. Avtalan kemur í gildi í 2027 og fer at fevna um stór havgangandi skip yvir 5000 tons, sum í dag standa fyri 85% av CO2 útlátinum.
Málið er at røkka Marpol konventiónini frá 2023. Ein partur av avtaluni fevnir um ein grunn, sum skal umsita CO2-gjøld frá heimsins skipum, ið síðani skal verða brúktur til at stuðla uppundir grøna orkuskiftið í skipaflotanum.
Ikki øll eru so fegin um avtaluna, eitt nú smærri oyggjalond. Tey halda hon er ikki nóg víðgongd. Kortini sigur eitt talsfólk fyri eitt av heimsins størstu reiðaríum, Maersk, at avtalan er eitt týðandi stig á røttu leiðini.
https://www.imo.org/en/MediaCentre/PressBriefings/pages/IMO-approves-netzero-regulations.aspx
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald