Við verandi gongd í grøna orkuskiftinum er sannlíkt, at framleiðsla og nýtsla av sólorku fer fram um kol innan fimm ár.
Hetta skrivar altjóða orkustovnurin IEA. Sólorka hevur veruliga tikið tik á seg nú orkukreppa ger um seg av álvara. Kríggið í Ukraina hevur sett gongd á grøna orkuskiftið við varandi orkukeldum so sum sól.
Longu í 2027 fer yvirhálar sólorka kolaorku sigur IEA. Samtíðis fer varandi orka at gerast størsta keldan til altjóða elorkuframleiðslu í 2025 sigur felagsskapurin.
Heimurin fer at kunna tvífalda varandi orku frá 2022 til 2027. Tað er ikki einans fyri at røkka veðurlagsmálunum, at størri dentur verður lagdur á menning av varandi orkukeldum, men eisini orkutrygdin í heiminum skundar undir tilgongdina.
Stjórin í IEA, Fatih Birol sigur, at tað fer fram stór kapping millum heimsins størstu tjóðir at liggja fremst í grøna orkuskiftinum tað veri seg innan sól, vind, battarí og elrikin flutningsfør.
Tað er ikki longur einans støðan í Russlandi, sum skundar undir grøna orkuskiftið. Eitt nú er USA í ferð við at gera risastórar íløgur í orkuskiftið.
Birol ávarar eisini ímóti at gera íløgur í olju og gass at koma ístaðin fyri olju og gass úr Russlandi. Veiting eigur at koma frá verandi keldum eins og alt eigur at verða gjørt fyri at minka um tørvin á olju og gassi. -Innrásin í Ukraina eigur ikki at verða brúkt sum orsøk til at rættvísgera stórar íløgur í olju og gass, tí hesar fara bara at skaða veðurlagsmálini sigur stjórin í IEA m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald