Vøksturin í sólorkuframleiðslu var 14,1 gigawatt í farna ári, nærum tvífalt so nógv sum í 2022. Hetta skrivar EnergyWatch.
Útbyggingin av varandi orku hækkaði við 17 gigawatt til nærum 170 gigawatt í 2023. Tað er ein vøkstur uppá 12% og er fyrst og fremst sólorku- og vindorkuverkætlanum fyri at takka. Hetta upplýsir týska “Bundesnetzagentur, BNetzA.
Við endan av 2023 hevði Týskland sett upp sólorku svarandi til 81,7 gigawatt. Innan vindorku á landi var vøksturin 2,9 gigawatt til íalt 60,9 gigawatt fyri alt árið. Týskland hevur sum mál at seta upp 115 gigawatt av vindmyllum í 2030 og tað krevur, at uppsettar verða vindmyllur til at framleiða 7,7 gigawatt hvørt ár.
-Hvat viðvíkur vindorku á landi, so eru vit enn ikki komnir nóg langt. Men stóri vøksturin í góðkenningum í 2023 gevur orsøk til bjartskygni og fer at hava við sær størri vøkstur sigur Klaus Müller, stjóri í BNetzA.
Tað gongur eitt sindur meira striltið við at íverkseta havvindverkætlanir. Seinasta ár fór ein slík av bakkastokki, Arcadis Ost 1 í Eystursjónum við eini framleiðsluorku uppá 0,3 gigawatt. Samlaða framleiðsluorkan frá havvindi í Eystrasalti og Norðsjónum er nú uppá 8,5 gigawatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald