Hetta ætlar bretski orkuráðharrin, Michael Shanks, sum greiddi frá ætlan síni í bretska parlamentinum í vikuni. -Finst eitt tak, har vit kunnu seta upp sólpanel, tá skal tað gerast segði hann og vísti á, at tað almenna Bretland skal stuðla uppundir hesa grønu ætlan.
![]()
Stjórnin hevur eisini kunnað um ætlanina at seta upp sólpanel á øllum hugsandi almennum ognum so sum skrivstovum og á parkeringsplássum. Stjórnin ætlar at seta krøv um, at umframt húsatøk, skulu eisini almenn pláss seta upp sólpanel, so hesi kunnu lata streym til tað virksemi, sum finst í nánd.
Tað fer helst at vera eitt krav, at tey, sum byggja hús frá 2027, skulu seta upp sólpanel.
Í kanningum um uppseting av sólpanelum, siga 88%, at tey halda tað vera rætt at seta upp slík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald