Í góðveðrinum tíðliga í morgun byrjaði arbeiðið at skifta øll vindeygu í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík. Talan er um góðar 1200 fermetrar av glas-fasadu, sum skal skiftast, og væntast hetta at koma at spara Leguhúsinum meira enn 100.000 krónur um árið í oljuútreiðslum.
Mett verður eisini, at hetta kemur at svara til eina minking á eini 28 tons av CO² útláti árliga frá Leguhúsinum, sum brúkar eini 50.000 litrar av olju um árið.
Gomlu rútarnir, ið eru frá tá Leguhúsið varð bygt, eru ein stórur orkuslúkur í Leguhúsinum í dag. Við at skifta verður bjálvingin munandi betri og harvið minkar orkunýtslan nógv. Metta sparingin er ein konservativ meting, tí er hædd er ikki tikin fyri teimum mongu rútunum, sum eru punkteraðir umframt, at bjálvingin rundan um vindeyguni er vánalig.
Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um eina millión krónur. Hetta umfatar eisini stóru glas-fasaduna í matarsalinum, har tað nú verða færri sprossar og munandi betri útsýni oman ímóti spæliplássinum og hylinum.
Hetta er eitt av fleiri ætlaðum átøkum fyri orkusparingar í Leguhúsinum. Ein orkubólkur við serfrøðingum gjørdi í vár eitt drúgt kanningararbeiði – sjálvboðið – við ítøkiligum tilmælum til at minka um orkunýtsluna og somuleiðis at minka um CO2 útlátið í Leguhúsinum í Nesvík.
Arbeiðið at skifta allar rútarnar væntast taka um fimm til seks6 vikur, um veðrið loyvir tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald