Ráðstevnan hevur til endamáls at varpa ljós á umhvørvisávirkanina av fiskiskapi og hvat kann gerast fyri at minka um CO2 útlátið í fiskivinnuni. Ráðstevnan er partur av eini norðurlendskari verkætlan, sum hevur til endamáls at lætta um samstarvið millum áhugapartar, vaksa um tilvitskuna, og deila vitan um átøk at minka um umhvørvisávirkanina av virðisketum í fiskivinnuni í norðurlondum.
Á skránni verða framløgur frá granskarum, framleiðarum av fiskireiðskapi og tøkni, umboð frá reiðaríum, og embætisfólki. Skráin til ráðstevnuna sæst her.
Á ráðstevnuni fara umboð frá Sjókovanum at hava ein bás í samband við verkætlanina, Smart-Fisk, ið er eitt samstarv millum Sjókovan og føroysk reiðaríir at minka um oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum. Endamálið við verkætlanini er at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.
Luttøka er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tú kanst melda teg til her.
Verkstova
Eisini verður ein verkstova um sama evni í dag 12. septembur. Á verkstovuni verður sett fokus á vitanardeiling, netverking og raðfestingar til gransking. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Unn Laksá á [email protected] ella [email protected].
Kelda: Sjókovin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald