Uttanlands

Stór avbjóðing at troyta oljuríkidømið í Venesuela

Bretska blaðið Guardian skrivar, at tað verður eingin einføld og løtt uppgáva hjá amerikonskum oljufeløgum at fara undir virksemi í Venesuela. 

2026-01-05 23:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast amerikanski forsetin Donald Trump vónar at fáa atgongd til heimsins størstu oljugoymslur í Venesuela skjótast møguligt, so bendir nógv á, at stóru oljufeløgini fara at aftra seg fyri alt fyri eitt at gera íløgur í oljuvirksemi í suðuramerikanska landinum. 

[object Object]

Hetta fyrst og fremst tí, at tað fer at vera sera kostnaðarmikið at útbyggja framleiðsluna í einum landi, har alt undirstøðukervið er í sera ringum standi,  eins og politiska óvissan eisini er ein forðing.

Hetta skrivar bretska blaðið Guardian, sum setir stórt spurnartekin við útsøgnirnar hjá Donald Trump um, at stóra ríkidømið í undirgrundini í Venesuela skjótt fer at verða troytt av amerikonskum oljufeløgum. Blaðið skrivar, at avbjóðingarnar at fáa oljuna upp og at útbyggja undirstøðukervið eru ovurstórar og kunnu helst verða ein verulig forðing fyri at troyta oljuna í hvussu er uppá stutt sikt. 

Útmeldingarnar hjá Donald Trump um stóru møguleikarnar hjá amerikonsku oljuvinnuni eru annars longu orsøk til, at partabrøvini hjá fleiri av teimum stóru oljufeløgunum eins og veitingarfeløgunum eru hækkað nógv seinastu dagarnar. 

Hóast Trump hevur sagt, at heimsins størstu oljufeløg, sum eru amerikonsk, nú fara at troyta oljuríkidømið í Venesuela, so ivast greinarar sambært Guardian í, um feløgini fara at taka av hesi avbjóðing og møguleika uttan víðari, tí tey eru greið yvir, at tað krevur sera stórar peningarupphæddir at fáa oljuna til høldar, nú undirstøðukervið er út av lagi vánaligt og misshildið. 

[object Object]

Feløgini, sum verða nevnd kunnu hava áhuga at fara undir virksemi í Venesuela, eru m.a. Chevron, ExxonMobil og ConocoPhillips. Tey vita tó ikki, hvørji krøv fara at verða sett teimum, um tey skulu til at fáa gongd á aftur oljuframleiðsluna, sum í løtuni bert er ein fáningur av, hvat hon var áður.

Nú Trump stjórnin eftir øllum at døma ikki ætlar at koyra stjórnina í Venesuela frá verður gitt, at hon ikki uttan víðari fer at broyta krøvini til útlendsk oljufeløg, sum vilja søkja um loyvi at fara eftir oljuni í undirgrundini.

Tá Maduru kom til ræðið tjóðartók hann alla oljuframleiðsluna og oljuognir í landinum. Seinni gav hann loyvi til útlendsk feløg at fara undir virksemi, tó treytað av, at tey vóru í minniluta, tí venesulendsk statsoljufeløg skuldu hava meirilutan í nýggjum loyvum. 

Ein stór forðing fyri at kunna skunda undir oljuframleiðsluna er eisini blokadan, sum USA hevur sett í verk ímóti oljuútflutninginum úr Venesuela. Hon ger tað sera trupult eisini fyri møgulig amerikonsk oljufeløg at fara undir nýtt virksemi har. So enn eru ikki allar súðir syftar fyri, at USA kann byrja oljuframleiðslu í suðuramerikanska landinum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder