Innanlands

Størri sjálvbjargni á orkuøkinum

-Vit eru noydd til - øll - at arbeiða saman, av øllum alvi, fyri størri sjálvbjargni á orkuøkinum. Tað hevur skund”, sigur Haraldur Hammer, nevndarformaður í Sev

Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga. Mynd Jan Müller

Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga. Mynd Jan Müller

2026-04-25 16:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Í ársfrágreiðingini hjá Sev  fyri 2025 vísir  nevndarformaðurin til grønu kósina hjá felagnum, har  grøna elframleiðslan í farna ári stóð fyri 51% av samlaðu elframleiðsluni. 

[object Object]Nevndin í SEV

Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80% burðardygg í tilsamans 68,5 samdøgur, meðan elframleiðslan í Suðuroy var 100% burðardygg í tilsamans 66,5 samdøgur. Skipanin við battaríum og synkronkompensatorum verður í løtuni útbygd, soleiðis at meginøkið eins og Suðuroyggin kann koyra við 100% vindorku, tá ið vindviðurskiftini tala fyri tí. 

Útbyggingarætlanin er ikki fylgd. Tað seinasta dømið er vindmyllulundin í Klivaløkshaga, sum kom í drag, tá Yvirfriðingarnevndin bað um fleiri kanningar av fuglalívinum í økinum. Nýggj yvirskipað útbyggingarætlan má tí gerast í samstarvi við orkumyndugleikan og aðrar áhugapartar fyri at røkka málinum um, at øll elorka skal verða grøn. Ætlandi skal ein nýggj útbyggingarætlan fyriliggja innan ársenda 2026.

[object Object]Haraldur Hammer, nevndarformaður í Sev. 

Um elframleiðsluna, sum varð methøg í fjør, stendur víðari í frágreiðingini: 

Methøg elframleiðsla 
Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt, og í 2025 vórðu framleiddir 506,2 GWt. Við hesum er framleiðslan á fyrsta sinni farin upp um 500 GWt. 
Streymsølan í 2025 var góðar 460 GWt, svarandi til 2,2% hægri enn væntað. Inntøkan frá søluni er 817,6 mió. kr. Tað eru serliga alikundarnir og teir almennu kundarnir, ið standa fyri meirsøluni, meðan sølan til privatu kundarnar er lægri enn væntað.

Hægri oljukostnaður

Hóast burðardygga elframleiðslan setti met aftur í ár, so eru útreiðslurnar til olju ikki minkaðar tilsvarandi. Sev rindaði 264,4 mió. kr. móti 215,5 mió. kr árið fyri. Ein øking á 48,9 mió. kr. Í oljukostnaðinum er innroknað 61 mió.kr. í umhvørvisgjaldi fyri tungolju og gassolju.


Sev brúkti meiri gassolju enn vant í 2025, og skyldast hetta millum annað royndarverkætlanini í Suðuroy, har Vágsverkið hevur lagt um frá tungolju til gassolju. Eisini var í summum førum neyðugt at nýta gassolju í framleiðsluni, millum annað meðan bíðað var eftir veiting av tungolju og til motorbingjur, ið framleiða elmegi, fyri at nøkta elorkutørvin og tryggja javnvágina á netinum.

Stórar íløgur í elnetið
Aftur í ár gjørdi Sev stórar íløgur í net og framleiðslu umframt fyrisiting. Tilsamans vóru íløgur gjørdar fyri smáar 400 mió. kr., samanborið við undanfarna ár, tá íløgurnar vóru 343 mió. kr. Ætlað varð við íløgum fyri íalt á 507 mió. kr. í 2025, íroknað 75 mió.kr. í sambandi við vindmyllulundina í Klivaløkshaga, sum ikki gjørdist veruleiki hjá Sev. 


Stórsti parturin av íløgunum vóru gjørdar í netpartin. Hetta fyri styrkja um elnetið og gera tað ført fyri at taka ímóti meira vindorku fyri at nøkta vaksandi eftirspurninginum eftir orku frá elbrúkarunum. Hesar íløgur vóru 289 mió. kr. í koplingarstøðir, battarí, synkronkompensatorar, bygningar og annað.
Framleiðslan gjørdi íløgur fyri 93 mió. kr. Talan er um fleiri størri verkætlanir, millum annað dagføring av hølisviðurskiftunum á Sundsverkinum, elketilin á Sundsverkinum, dagføring av vatnorkuverkinum í Botni, og nýggjur generator á Heygaverkinum.

Elbilaøkið stórt lop framá
Elbilaøkið hevur gjørt eitt stórt lop framá. Bíligari og betri løðistøðir verða nú nýttar, og síðan februar 2026 hevur kundin eina enn betri tænastu við serskiltari elbila-app til bæði heimaløðing og almenna løðing. Hetta viðførir eisini eina greiðari umsiting og fleiri møguleikar í mun til gjaldingar og atkomu av almennum løðistøðum. Í 2025 vóru 604 nýggjar løðistøðir settar upp. Harumframt eru 252 løðistøðir útskiftar vegna slit, elli og feilir.

Sólorka
Alsamt fleiri fáa sær egin sólorkuverk. Við ársenda 2025 vóru 55 størri og smærri sólorkuverk ymsa staðni í Føroyum knýtt í netið. Tilsamans var framleiðslan úr sól smáar 595.000 kWt, harav størsti parturin, t.e. smáir 388.000 kWt komu frá privatum sólorkuverkum.
Fyri at fáa gongd á útbyggingina av sólorku, hevur Sev saman við Elveitingareftirlitinum samskift við Vinnuhúsið um nýggjar avrokningartreytir fyri sólorkuverk størri enn 11 kW. Myndugleikin hevur góðkent nýggja prísskipan, sum kom í gildi 15. februar 2026.

Prístryggjað oljukeyp
Sev hevur sambært síni váðastýringsskipan prístryggjað 100% av væntaðu nýtsluni av tungolju fyri 2026. Fyri komandi árini er oljan partvís prístryggjað. Prístryggingingin er gjørd væl undir verandi marknaðarprís í løtuni.

[object Object]Leiðslan í SEV


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder