Vinnaramyndin hjá Heina Virgarsson av kopar í royðugróti
Tiltakið hjá Jarfeingi “Avmynda føroysk mineral og grótsløg 2020” er nú liðug. Inn komu heili 997 myndir, og hetta er eitt avbera ríkt og spennandi myndaúrval av alskyns mineralum og grótsløgum, skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.
Vinnaramyndin gjørdist myndin hjá Heina Virgarsson. Myndin er av “Kopar í royðugróti”. Hon er av einum umleið 25 cm stórum, serstakliga vøkrum koparkrystalli í royðugróti.
Uttanhýsis dómarin, Volker Betz, sigur soleiðis: “This is not only outstandig for the Faroes, it is a world class specimen”. Sostatt er talan um serstakan mineraldýrgrip, sum Heini eisini hevur latið Jarðfeingi til varðveitslu.
Jarðfeingi skipaði fyri hesi heldur óvanligu myndakapping við myndum av mineralum og grótsløgum úr Føroyum í sambandi við arbeiðið við nýggju bókini “Føroysk mineral og grótsløg” sum Jarðfeingi fer at geva út. Átakið varð skipað sum ein myndakapping, har øll hava havt møguleika at senda inn myndir av gróti og mineralum, sum tey hava liggjandi ella fara út og finna.
Í tøkkini til luttakararnar í tiltakinum siga tey á Jarðfeingi m.a.:
"Vit á Jarðfeingi fara at takka fyri stóra áhugan fyri hesum myndaátakinum. Hóast myndakappingin er av, eru tit framhaldandi vælkomin at senda myndir av mineralum og gróti til okkara.
Eitt úrval av øllum innkomnu myndunum sæst á Instagram/Facebook vangunum hjá Jarðfeingi.
Niðanfyri eru tær 15 myndirnar, sum vit á Jarðfeingi valdu út og sendu dómaranum at finna vinnaran burturúr."
Í upprunaligu áheitanini skrivaði Jarðfeingi m.a. heimasíðuni:
"Kennir tú gleðina, tá tú kemur fram á eina vakra tinnu millum gráliga grótið í haganum? Ella spenningin, tá tú hyggur nærri og sært vakrar krystallar daga fram úr einum svørtum grótveggi?
Og hevur tú hug at deila tín áhuga fyri tinnum, krystallum og vøkrum dýrgripum úr føroysku náttúruni við vísindafólk á Jarðfeingi? So mást tú vera við í summar og senda myndir inn av steinum úr føroysku náttúruni til Jarðfeingi.
Kanska hevur tú tinnur og grót til pynt á hillini ella í kjallaranum? Tak myndir av teimum og send til Jarðfeingi.
Vit gleða okkum til at síggja so nógvar myndir sum tilber.
Vit samla myndirnar á Facebook og Instagram og velja út (saman við tær) nakrar myndir til nýggju bókina Føroysk mineral og grótsløg. Bókin er í gerð og verður prentað komandi ár.
Áhugaverdasta myndin fær virðisløn upp á 5.000 kr.”, skrivaðu stigtakararnir á Jarðfeingi.
Jarðfeingi stóran týdning fyri føroyska samleikan
Jarðfeingi er almennur stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, hvørs arbeiðsgrundarlag er føroyska undirgrundin og náttúran. Stovnurin hevur havt alstóran týdning fyri Føroyar og føroyingar við at ríka um og menna vitanina um okkara undirgrund og hevur í hesum sambandi verið við til at geva út bøkur og tilfar annars eitt nú til skúlabrúks, soleiðis at føroyingar betri skilja okkara felags upphav. Eisini er javnan at síggja úrslit av granskingini á stovninum í kendum altjóða fakritum.
Umframt at fáa til vega m.a. gjøgnum gransking og kanningar nýtt tilfar um undirgrundina, so arbeiða fólkini á Jarðfeingi eisini við at útvega og útgreina data og tilfar í sambandi við leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum.
Seinastu árini hevur Jarðfeingi eisini verið nógv frammi í almenna rúminum við sínum áhugaverdu og spennandi kanningum í sambandi við jarðhita til upphiting av føroyskum húsum.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Jarðfeingi: jf.fo eitt nú hetta:
UM JARÐFEINGI
Jarðfeingi er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
Endamálið hjá Jarðfeingi er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um kolvetni og jarðfrøðilig náttúruvirði.
Jarðfeingi fyrisitur lóggávuna innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Hetta merkir, at stovnurin ráðgevur landsstýrismanninum og almennum stovnum.
Jarðfeingi granskar í jarðfrøði og náttúrulandafrøði á landi, á havbotninum og í undirgrundini. Jarðfeingi er jarðfrøðiligt savn fyri Føroyar, og tað merkir, at stovnurin røkir savn av føroyskum grót- og steinsløgum, umframt at stovnurin skipar fyri framsýningum og undirvísing.
Arbeiðið hjá Jarðfeingi hevur stóran týdning fyri føroyska samleikan. Her framløga hjá Janu Ólavsdóttir, einum av granskarunum á stovninum.
Stórur áhugi fyri framløgu hjá Janu Ólavsdóttir um føroysku undirgrundina, her í Tjóðsavninum
Markaðarføring av leiting eftir kolvetnum hevur verið partur av arbeiðinum hjá Jarðfeingi í mong ár. Her eru stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe og Poul Michelsen, landsstýrismaður á oljumessu í Noregi í 2016. Mynd Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald