Í morgun fór oljuprísurin upp um 80 dollarar fyri tunnuna, tað hægsta síðani 2018. Hesar seinastu 30 dagarnar er hann hækkaður við 11 dollarum. Men hann endar neyvan her. Amerikanski stórbankin Goldman Sachs spáar, at prísurin fer at hækka munandi meira í hesum árinum og sigur, at hann fer at røkka 90 dollarum við árslok.
Orsøkirnar til hækkingina eru fleiri. Ein teirra eru avleiðingarnar av ódnini Ida, sum herjaði í Meksikanska Flógvanum herfyri. Somuleiðis er eftirspurningurin eftir olju og gassi nógv vaksin seinastu tíðina, ikki minst nú heimsins búskapir eru við at koma fyri seg aftur eftir korona. Tað er ikki minst vaksandi eftirspurningurin eftir bensini og diesel, sum hála oljuprísin uppeftir, skrivar Reuters.
Roknað verður eisini við, at framleiðslan av olju og gassi fer at vaksa til støðið undan korona, tvs. til 100 mió. tunnur um dagin innan árslok ella tíðliga í 2022.
Eisini Danske Bank roknar við støðugt hækkandi oljuprísum. Bankin sigur, at oljukreppan í 2020 hevur gagnað oljumarknaðinum og oljufeløgunum. Nakað tað sama hendir nú útlit eru til eina gasskreppu, og prísurin á gassi fer upp í loft. Bankin útilokar ikki, at oljuprísurin komandi árini kann fara so langt upp sum til 100 dollarar fyri tunnuna. Aðrir greinarar halda tó, at prísurin komandi árið fer at liggja um 77 til nakrar 80 dollarar fyri tunnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald