Uttanlands

Størsta gasskeldan í Danmark undir framleiðslu í næstum

Talan er um Tyra 2 gassfeltið, sum er vorðið útbygt og nútímansgjørt, og sum fer undir aftur framleiðslu í mars. 

2024-01-24 14:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er franska orkufelagið TotalEnergies og tess partnari DUC (Dansk Undergrundskonsortium), sum nú siga frá, at endurútbyggingin av risastóru verkætlanini nú er um at vera klár til at fara undir aftur framleiðslu.

Hetta er gassleið, sum TotalEnergies tók yvir frá Maersk. Danski oljugrunnurin “Nordsøfonden” eigur tó framvegis 20% av gassleiðini, sum fevnir um fleiri gasskeldur í økinum, Svend, Roar, Harald, Valdemar og Tyra Sydøst. Talan er um størstu gasskelduna í Danmark.

Hóast danska stjórnin nøkur ár herfyri gjørdi av at steðga oljuleiting í Norðsjónum, so er framhaldandi loyvt at framleiða bæði olju og gass heilt fram til 2050. Talan er um eina sera stóra útbygging, sum veruliga undirstrikar týdningin, sum ikki minst gass fer at hava fyri Danmark í mong ár aftrat. Við hesi útbygging fer Danmark aftur at gerast netto útflytari av gassi og eisini gerast sjálvsveitandi við gassi.  

Tá feltið aftur fer í gongd fer danska framleiðslan at síggja soleiðis út:

[object Object]


Tað merkir, at Danmark fer at framleiða 60-70% av oljunýtsluni og dupult so nógv gass, sum teir sjálvir brúka. Hetta sæst eisini á frágreiðingini, sum er at finna á heimasíðuni.

Stóra útbyggingin fer eisini at hava stóran týdning fyri donsku orkutrygdina eins og fyri danska búskapin sum heild. 



Keldur:

https://www.offshore-mag.com/production/article/14303918/totalenergies-north-sea-tyra-ii-heading-for-late-march-startup?o_eid=6090E2483178A4A&oly_enc_id=6090E2483178A4A&rdx.ident%5Bpull%5D=omeda%7C6090E2483178A4A&utm_campaign=CPS240122090&utm_medium=email&utm_source=OFF+Daily

Tyra feltet gøres klar til genstart (nordsoefonden.dk)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder