2025-07-03 10:19

Nýggja stýrið í Varandi Vinnu hevur nú skipað seg við Onnu Kalsø sum forkvinnu og Bjarturi Vestergaard Hjaltalin sum næstformanni.
– Varandi Vinna er ein týðandi samstarvspallur fyri fyritøkur, sum raðfesta burðardygd og vilja arbeiða við at menna góðar karmar til at reka burðardygga vinnu í Føroyum. Fyrsta árið hjá netverkinum hevur staðfest, at stórur tørvur er á samstarvi, vitanardeiling og praktiskum amboðum, sum gera tað lættari hjá fyritøkum at arbeiða við burðardygd á ein munadyggan hátt. Í dag eru 33 fyritøkur í netverkinum, sum er skipað í tveimum sporum, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.
Í nývalda stýrinum sita nú:
- Anna Kalsø, J&K Petersen Contractors
- Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Búsetur
- Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
- Jón H. Atlason, Hiddenfjord
- Mouritz Mohr, MEST
- Niels Winther, Vinnuhúsið
- Ulla Joensen, Elektron
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald