- Enn er langt á mál, og tað er ov tíðliga at gera niðurstøður”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá SEV.
-Tá ið tekniska royndarkoyringin er liðug, skulu vit eisini hava nakað av tíð at læra skipanina at kenna við hesi nýggju útgerðini á netinum.
Royndarkoyrt hevur verið í nakrar fáar dagar, og hesar dagarnar hava suðringar í tíðarskeiðum fingið 100% grønan streym í kontaktina, til tíðir eisini 100% vindorku.
- Vit samstarva við veitaran um at testa skipaninar, og hetta arbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur, men higartil hevur tað víst seg at riggað væl", sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald