2023-03-08 17:55
Felagið, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, kunnar javnar um, hvussu gongur við hesi spennandi alternativu orkuverkætlan við sjóvarfalsorku. .
Endamálið við verkætlanini er at royna nýggja sjóvarfalsútgerð, sum verður framleidd í Svøríki, í Føroyum og er avtala gjørd við SEV um at lata streymin frá framleiðsluni í Vestmannasundi og seinni eisini Heystfirði inn á netið hjá SEV.
Í seinastu kunningini sigur Minesto, at streymframleiðslan hevur sett met ein einstakan mánað. Dreki 4 hevur roynst sera væl í nýggja árinum. Framleiðsluorkan varð munandi økt í desember í fjør og verður nú arbeitt við at seta upp næsta 100kw drekan av Dragon slagnum.
Málið hjá Minesto, sum fer at menna og útbyggja verandi varandi orkuskipanina í Føroyum í hesum árinum, er at kunna nøkta ein stóran part av føroysku streymnýtsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald