Barbara Biskopstø Hansen, Jana Ólavsdóttir og Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi her á kunningarferð í USA, har tað marknaðarføra komandi føroysku oljuleitingina.
Seinastu dagarnar hava jarðfrøðingar frá Jarðfeingi verið í San Antonio í Texas í USA á árligu AAPG-oljuráðstevnuni “Annual Convention and Exhibition” og hava har marknaðarført komandi 5. leitiútbjóðingina við Føroyar. Hetta hendir stutt eftir, at eitt samt løgting samtykti lógaruppskot frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, um nýggja oljuleiting við Føroyar. Hetta er sostætt fyrstu ferð, at tíðindini um nýggju føroysku oljuleitingina koma út til almenningin uttan fyri Føroyar.
Á básinum hjá Jarðfeingi í amerikanska oljubýnum varð komandi 5. útbjóðingarumfarið til oljuleiting væl lýst og umrøtt. Serligur dentur varð lagdur á tær nýggju treytirnar, sum løgtingið samtykti fyrr í hesum mánaðinum. Harafturat varð varpað ljós á, at 5. útbjóðingarumfarið verður hildið samstundis, sum bretar hava sítt 32. leitiumfar skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi m.a.
Umframt at standa fyri egnum bási á ráðstevnuni, hevði Jarðfeingi eisini eina framløgu á “International Pavilion Theatre”, har jarðfrøðingurin, Óluva Eidesgaard, greiddi áhugaðum áhoyrarum frá um nýggja loyvisumfarið og seinastu broytingarnar í treytunum.
Ráðstevnan hevði umleið 7.000 vitjandi og endaði mikudagin 22. mai.
Umrødda ráðstevna er tann fyrsta av sínum slag, sum Jarðfeingi vitjar, síðani løgtingið samtykti lógina um 5. útbjóðing fyrst í mai mánaða. Við henni hevur stovnurin, sum umsitur føroyska oljuleiting av álvara sett hol á marknaðarføringina av hesi nýggjastu útbjóðingini til leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Ætlanin er at fara á aðrar líknandi ráðstevnur seinni.
Sambært heimasíðuni hjá Jarðfeingi, so letur útbjóðingin upp í summar tvs. seinast í juni og letur so aftur seinast í november.
Sjálvt startskotið til bæði tí føroysku og tí komandi bretsku útbjóðingina verður á stórum tiltaki í London 20. juni, har umboð fyri oljufeløg eru boðin við. Tá fara umboð fyri OGA, Oil and Gas Authority í Bretlandi fyrst at kunna um teirra 32. útbjóðing, og eftir tað fáa umboð frá Jarðfeingi høvi til at siga frá 5. føroysku útbjóðingini. Hetta má sigast at vera eitt sera kærkomið høvið hjá føroyskum myndugleikum at fáa eina góða byrjan uppá nýggja útbjóðingarskeiðið.
At tað hevur eydnast føroyingum at gerast partur av hesum tiltakinum kemst uttan iva av, at Jarðfeingi og OGA hava arbeitt tætt saman um at samskipa leitingina báðumegin markið. Nakað, sum uttan iva er eindømi, at tvey grannalond bjóða út leitiøki um somu tíð og í sama umhvørvi og í fleiri førum við somu møguleikum og treytum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald