Í 2022 kunngjørdi stjórin í metstóra norska oljugrunninum Pod-kastin “In Good Company” til tess at kunna norðmenn um nakrar av fyritøkunum grunnurin eigur í.
Hesaferð hevur Tangen bjóðað ongum minni enn heimsins ríkasta manni Elon Musk, eigara av Tesla til eina samrøðu, sum verður stroymd á Twitter/X. Tangen skrivar á Linkedin, at talan er um eitt beinleiðis prát, sum hann gleðir seg ikki sørt til.
Musk tók stig til elbilfelagið Tesla og keypti í 2022 eisini sosiala miðlapallin Twitter/X. Hann hevur seinastu árini ligið ovast á listanum yvir heimsins ríkastu persónar, og Forbes metir, at hann í byrjanini av 2024 hevði eina ogn uppá 195 mia. dollarar.
-Eg gleði meg nógv til at seta Musk spurningar, og at hetta verður “live” á X ger tað bara enn meira spennandi skrivar Tangen í einum skrivi, sum E24 hevur fingið hendur á.
Norski oljugrunnurin átti við byrjan av árinum 0,87% av Tesla í mun til 0,73% í fjør.
Tá podkasturin byrjaði í 2022 tosaði Tangen við oddamenninar í oljufelagnum BP, Goldman Sachs og bilframleiðaranum General Motors.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald