Innanlands

Thor skal gera kjarnuboringar í Japan

Thor Wind, dótturfelag hjá P/F Thor, hevur keypt skip sum skal gera boringar og aðrar kanningar fyri japansku stjórnuna

2022-12-10 21:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

THOR Wind, eitt dótturfelag hjá P/F THOR, hevur keypt skipið Vos Shine, sum tað frammanundan leigaði frá hollendska reiðarínum Vroon Offshore Services BV.

Hetta er eitt fet á leiðini hjá THOR, at vera partur av at uppbyggja grønu og burðardyggu leiðina sum japanska stjórnin hevur sett út í korti til 2050.

Hetta skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum har havvindmyllur skulla setast upp.

THOR Wind hevur útgjørt skipið við boritornið og aðrari útgerð til endamálið.

Vos Shine, ið hevur føroyskt flagg og er heimahoyrandi í Hósvík, hevur umleið 34 fólk umborð. Skipið, ið var bygt í 2012, er 1794 bruttotons, góðar 60 metur langt og 15 metrar breitt.

Í januar skal skipið á skipasmiðju í Suðurkorea har tað skal til 10 ára klassing og kemur tá at skifta navn.

THOR er ógvuliga spent uppá hesa kós og sær stórar møguleikar í hesari vinnu. Seinasta árið, gott og væl, hevur reiðaríið haft eina royndarætlan við skipinum koyrandi fyri at meta um hetta var ein gongd leið at royna, og nú eftir einum ári, var mett at verkætlanin var so mikið búgvin at skipið skuldi keypast til endamálið. 

Skipið verður eftir ætlan skrásett í Føroysku skipaskránni hósdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder