2024-05-19 11:45
Tað fer at merkjast meira og meira, at limirnir hjá fýra arbeiðarafeløgum hava verið i verkfall í eina viku.
Nú er farið at tømast á summum støðum.
Hjá Magn er einki diesel eftir á Ringvegnum í Havn og á Magnstøðini við Streymin. Eisini er so smátt farið at ganga undan við diesel í Miðvági, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn, við útvarpið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hjá Effo á Argjum er hvørki bensin ella diesel at fáa, og á Effostøðini í Sørvági er diesel pumpurnar við at vera tómar, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, við útvarpið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald