Evropa kann vænta eina nýggja orkukreppu, tí tørvurin á burðardgyggum brennievni liggur langt aftanfyri krøvini fyri 2030 skrivar SAS í eini nýggjari frágreiðing.Hetta kann hava við sær hgri ferðaseðlaprísir og færri rutur í Evropa, sum kemur í eini tíð, har marknaðurin fyri brennievnum longu er undir hørðum trýsti.
SAS ávarar um, at Evropa stevnir móti einum bygnaðarligum manguli á burðardyggum brennievni júst sum reglugerðin hjá ES, ReFuelEU Aviation, kemur í gildi. Nýggja frágreiðingin, “The Need for e-SAF in Scandinavia,” vísir, at eftirspurningurin eftir e-SAF brennievni fer at vaksa nógv frá 2030, um somu tíð sum endalig avgerð um at gera íløgu í framleiðslu av burðardyggum brennievnum ikki er tikin.
“Tað vit síggja nú, er ein áminning um, hvussu útsett Evropa framvegis er fyri einum altjóða brennievnissjokki. Um vit ikki megna at byggja upp heimliga framleiðslu av burðardyggum e-SAF brennievni, so fáa vit ein eftirspurning uttan, at útboðið er til steðgar. Hetta er ein bygnaðarligur trupulleiki, sum fer at ávirka ferðaseðlaprísir, rutunet og kappingarføri hjá Evropa, um vit ikki handla nú,” sigur Mads Brandstrup Nielsen, Senior Vice President Communication, Public Affairs & Sustainability hjá SAS.
Eitt minkandi handlingsrúm
Sambært frágreiðingini fer einans skandinavisk flogferðsla at hava tørv á 36.000 tonsum av e-SAF í 2030, vaksandi til meira enn 160.000 tons í 2035 og 330.000 tons í 2040. Hetta svarar til framleiðsluna hjá einari serligari framleiðsluverksmiðju í 2032, vaksandi til 2–3 verksmiðjur í 2035 og umleið 5 verksmiðjur í 2040. Í dag eru ongar slíkar í Evropa.
Frágreiðingin lýsir tvær møguligar leiðir: annaðhvørt minkar Evropa um ambitiónirnar undir RefuelEU og seinkar grøna umskiftið í flogferðsluni, ella setur ferð á framleiðsluna við málrættaðum politiskum stuðli, íløguhugskotum og menning av undirstøðukervi.
“Evropa hevur nú eitt sera stutt handlingsrúm til at avgera, um tað vil vera leiðandi ella fylgja við í næsta stigi av reinari flogferðslu. At byggja upp framleiðslu av e-SAF snýr seg ikki bara um at lúka krøv, men eisini um at tryggja langtíðar orkustøðufesti, verja sambinding og halda evropeiska vinnu kappingarføra í einum heimi, sum flytir seg skjótt. Uttan skjótari íløgur kunnu vit fáa hægri kostnaðir fyri ferðafólk, veikari netverk fyri vinnuna og eina nýggja strategiska bundni, sum verður nógv torførari at loysa seinni,” sigur Brandstrup.
Frágreiðingin staðfestir, at uttan skjóta handling er vandi fyri, at Evropa bindur seg til eina langvarandi ójavnvág í framleiðslu av burðardyggum flogbrennievni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald