Uttanlands

Tríggir lekar á Nord Stream gassleiðingunum

Tað er heilt óvanligt, at slíkt kann koma fyri - hóast eingin sigur tað beinleiðis, er ikki ómøguligt, at talan kann vera um eina tilvitaða gerð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-27 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Báðar gassleiðingarnar, Nord Stream 1 og 2, ið liggja úr Russlandi til Týsklands eftir havbotninum í Eystrasalti, leka.

En er óvist hvussu tað ber til, at báðar leiðingarnar nú eru farnar at leka. Tað var í gjár, mánadagin, at ein leki varð staðfestur á Nord Stream 2-leiðingini, 24 kilometrar sunnan fyri Dueodde á Bornholm.

Í morgun vóru so tveir lekar staðfestir á hini leiðingini, Nord Stream 1 nakað longur frá landi í ein landnyðring úr Bornholm.

Danska sjóferðslustýrið hevur lýst bann fyri at sigla í einum øki  nærri enn fim fjórðingar frá lekunum. Tað er eisini sett bann fyri at flúgva í loftrúminum nærhendis lekarnar.

- Sjálvandi er vandi fyri spreingingum, tá vit hava við gass at gera. Um eitt skip siglir beint gjøgnum lekan kann tað eisini vera fandi fyri at missa uppdriftina, sigur Kristoffer Böttzauw, stjóri í Energistyrelsen við Danmarks Radio.

Lekarnir hava onga ávirkan á veitingina av russiskum gassi til Evropa, tí Russland skrúvaði fyri gassinum í Nord Stream 1 fyri nøkrum vikum síðani, og Nord Stream 2 er ikki tikið í brúk enn.

Kortini er øll gassskipanin í Danmark sett í hægstu tilbúgving. Lekar á gassveitingini eru sera óvanligir, og tað er tí sera sjáldsamt, at ikki færri enn tríggir lekar eru staðfestir samstundis, og enntá á havsins botni.

Felagið, sum eigur leiðingarnar hevur enn ikki sagt nakað ítøkiligt um hendingina.

- Í nátt staðfestu teknikarar eitt fall í trýstinum í báðum rørleiðingunum. Orsøkin verður nú kannað, ljóða stuttu boðini á heimasíðuni hjá Nord Stream.

Stjórin í Energistyrelsen, Kristoffer Böttzauw, torir heldur ikki at gita um orsøkirnar:

- Tað kann vera eitt skip, ið er sokkið og hevur rakt leiðingarnar; tað kann vera eitt brek av tekniskum slag; tað kann vera ein tilvitað gerð...

- Tað kann vera so nógv. Vit kunnu einki siga enn, men sjálvandi ørkymlandi, at vit hava tríggjar slíkar hendingar samstundis. Tí handfara vit støðuna í allar størsta álvara, segði Kristoffer Böttzauw við P1 hjá Danmaris Radio fyrrapartin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder