Uttanlands

Trump krav til ES: - Keypið olju og gass úr USA 

Komandi amerikanski forsetin nóttir við at seta revsitoll í gildi móti innflutningi úr Evropa, um ES ikki minkar um handilsundirskotið við eitt nú at keypa olju og gass úr USA.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-12-22 14:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Sambært tølum úr USA, so hevur USA innflutt vørur úr ES fyri 200 mia. dollarar meira, enn ES lond hava keypt úr USA.  Nú ynskir Donald Trump, at hetta undirskotið verður javnað.

- Eg havi sagt ES, at londini mugu loysa upp fyri hesum undirskotinum við at keypa olju og gass úr USA, sigur Trump sambært hansara egnu heimasíðu Truth Social.

Verður hetta ikki gjørt, tá verður revsitollur settur á allar vørur úr ES ávarar hann.

Trump hevur longu sagt, at hann ætlar at seta í verk revsitoll móti fleiri londum. Hann hevur m.a. ávarað um at seta í gildi hægri toll á vørum úr londum sum Kina, Mexico og Kanada. Hesi londini hava størstu handilssambondini við USA.

Meksiko og Kanada verða ákærd fyri at loyva útflutningi av narkotika til USA eins og lata flóttafólk úr øðrum londum sleppa um markið. Til tess at steðga hesi gongd ætlar hann at revsa londini við at økja tollin við 25 prosent. 

Kelda: E-24


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder