
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum er kendur fyri at vera skjótur at venda í hurðini, fær hann greiða mótstøðu, hevur enn einaferð tikið orð í seg aftur, hesaferð í sambandi við grøna orkuskiftið.
Herfyri gav hann stjórn síni boð um at steðga stóru útbyggingini hjá Equinor sum part av síni avgjørdu mótstøðu móti serstakliga vindmyllum. Equinor var tá komið væl áleiðis við stórari útbygging av varandi orku í New York til eitt samlað virði uppá einar 60 mia. kr.
Og nú hevur hann tikið hesi boð aftur, eftir at Equinor hótti við fullkomiliga at taka seg úr verkætlanini. Talan er um 810 MW Empire Wind verkætlanina.
Avgerðin at geva Equinor loyvi til at halda fram við útbyggingini er ein stórsigur fyri bæði Equinor og grøna orkuskiftið í USA. Kortini mugu fleiri amerikanskir íleggjarar sanna í hesum døgum, at tað er sera torført at menna varandi orkukeldur sum vindorku ikki minst á landi.
Nú um dagarnar tók ein íleggjarari seg úr eini aðrari stórari vindorkuætlan vegna stóru óvissuna í kjalarvørrinum á mongu løgnu, óveruligu og destruktivu úttalilsunum hjá nýggja forsetanum.
Danska fyritøkan Vestas, sum skal lata vindmyllurnar til Equinor ætlanina í New York, fekk ein dyggan frammaná á virðisbrævamarknaðinum eftir avgerðina hjá Trump. Nú henda er broytt er partabrævið hjá Vestas farið til himmals.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald