Í morgun fóru umleið 3000 av heimsins leiðarum og fremstu vinnulívsfólkum og viðmerkjarum undir tann árliga fundin í “World Economic Forum” í sveisiska býnum Davos. Og sum væntað vóru tað ikki leiðarar sum Merkel og aðrir leiðarar men harafturímóti amerikanski forstin Donald Trump og unga svenska umhvørviskvinnan Greta Thunberg, sum settu fyrstu dagsskránna.
Trump ávaraði móti dómadagsprofetium frá umhvørvisfólkum og segði, at hesi “radikalu sosialistarnir”, sum hann málbar seg, høvdu bert eittans endamál, og tað var at skapa ótta og iva og var endamál teirra at taka frælsi frá øðrum.Hann helt tíðin var komin til venda svartskygninum bakið og heldur síggja bjart uppá framtíðina. Hann kunngjørdi eisini eina ætlan hjá USA at planta eina billión av nýggjum trøum.
Greta Thunberg helt tað vera gott men ikki nokk at planta trø, men hon ávaraði samtíðis ímóti slíkum tiltøkum, um tey bara høvdu til endamál at fjala yvir sláturið av skógum í Suðuramerika og kring heimin. Hon helt fyri, at nýggj tøkni, sum enn ikki eru til, er ikki nokk til at bjarga heiminum og segði, at fremsta uppgávum nú er at steðga øllum nýggjum íløgum í fossila orku.
Veðurlagið stendur ovast á skránni til henda fundin í Davos. So mikið nógv verður veðurlagið raðfest, at tað stendur á breddanum í fimm av teimum fremstu málunum at viðgera í Davos. Fyrr hava handilsviðurskifti og búskaparviðurskifti í heiminum verðið høvuðs kjakevnið. Hetta er nú heilt broytt og er tað fyrst og fremst eitt mál, nevniliga tað, sum verður rópt av mongum “Klimakreppan”, sum stendur ovast á skránni.
Sí her heimasíðu hjá DR um fundin í Davos.
https://www.dr.dk/nyheder/penge/casper-schroeder-trump-og-thunberg-vil-dominere-i-davos
Og her heimasíða hjá Davos tiltakinum:
https://www.weforum.org/events/world-economic-forum-annual-meeting-2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald