Uttanlands

Trump setti Saudi Arabia ultimatum

-og hóttir nú við at krevja landið at rinda fyri oljuprískríggið

Fyrst hótti Trump forseti við at taka hernaðarstuðul aftur til Saudi Arabia, nú ljóðar, at Trump fer at krevja, at landið skal gjalda fyri oljuprískríggið tað hevði ábyrgdina av

Fyrst hótti Trump forseti við at taka hernaðarstuðul aftur til Saudi Arabia, nú ljóðar, at Trump fer at krevja, at landið skal gjalda fyri oljuprískríggið tað hevði ábyrgdina av

2020-05-01 17:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var eftir øllum at døma amerikanski forsetin, Donald Trump, sum setti Saudi Arabia eitt ultimatum at enda oljuprískríggið við Russland við at hótta við at taka amerikanska hernaðarstuðulin til landið aftur. Hetta siga keldur hjá Reuters.

Tað eru fýra keldur, sum tíðindastovan hevur tosað við, ið siga, at hetta hendi í telefonsamrøðu millum Trump og Saudi Arabiska krúnprinsin Mohammed bin Salman. Sambært keldunum segði Trump við bin Salman, at skerdi Opec ikki oljuframleiðsluna, so fór hann ikki at vera førur fyri at steðga Kongressini at taka amerikanskar hermenn úr Saudi Arabia.

Stutt eftir samdust Opec og Russland at skerja framleiðsluna við nærum 10 mió. tunnum um dagin.

Nú ljóðar, at Trump hóttir Saudi Arabia við at krevja, at landið rindar fyri oljuprískríggið, sum hann sigur landið hevði ábyrgdina av. M.a. hevur hetta kostað amerikonskum oljuframleiðarum stórar upphæddir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder