Uttanlands

Trump steðgar vindorkulund hjá Equinor

Norska orkufelagið Equinor hevur fingið boð frá amerikonsku stjórnini um at steðga útbyggingini av eini stórari vindmylnulund uttan fyri New York

Innanríkisráðharrin hjá Donald Trump, Doug Burgum hevur givið Equinor boð um at steðga útbyggingini av vindmylnulund. Mynd Bloomberg

Innanríkisráðharrin hjá Donald Trump, Doug Burgum hevur givið Equinor boð um at steðga útbyggingini av vindmylnulund. Mynd Bloomberg

2025-04-17 12:54 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um Empire 1 verkætlanina, ið er ein stór havvindútbygging uttan fyri New York. Hetta hevur fingið øði í guvernørin í New York, Kathy Hochul, sum sigur, at hon fer at gera alt hon kann fyri at forða stjórnini at leggja seg út í málið.

Verkætlanin skal kunna veita orku til hálva millión húsarhald, og skuldi framleiða fyrsta streymin í 2027. Equinor sigur, sambært e24, at felagið fer nú at taka málið upp við myndugleikarnar fyri at skilja krøvini og avleiðingarnar.

[object Object]
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur sett sær fyri at steðga grøna orkuskiftinum og í tí sambandi eisini at seta fót fyri fleiri stórum vindorkuútbyggingum í USA. Tað fer at raka fyritøkum sum Equinor og Ørsted. 


Útbyggingin er partur av framtíðar royndunum at nøkta stóra eftirspurningin eftir orku í einum av heimsins størstu býum. Útbyggingin er mett at kosta 53 mia. kr.

Eygleiðarar vilja annars vera við, at verður útbyggingin endaliga steðgað kann hetta tvørturímóti vera sera heppið fyri Equinor, tí íløgan longu er sera óviss - ivi er um, at hon fer at gagna eigarunum av Equinor. Hon telist millum mongu grønu orkuútbyggingarnar, sum í síðsta enda ikki eru nóg lønandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder