Uttanlands

Trump útsetir bumbuhóttan móti Iran í fimm dagar

Freistin USA gav Iran at lata uppaftur Hormuz sundið til í morgin er útsett í fimm dagar aftrat

2026-03-23 14:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Avgerðin hjá amerikanska forsetanum kemur eftir, at stjórin í Altjóða Orkustovninum hevur ávarað móti avleiðingunum av álopi á iranska orkukervið og stongsuli av Hormuz sundinum, sum kann gerast til eina álvarsliga altjóða kreppu. 

-Vit fara at síggja størstu altjóða kreppuna síðani kreppuna í 70-unum og nú eisini Ukraina kríggið, um USA ger av at bumba orkukervið í Iran sigur stjórin í IEA við altjóða miðlar. 

Støðan er longu sera álvarslig, nú týðandi orkuframleiðandi støðir í Miðeystri eru oyðilagdar, eitt nú 17% av LNG framleiðsluni í Qatar, sum er ein av heimsins mest týðandi veitarum av LNG gassi. Hóast kríggið endar í morgin, so fara at ganga fimm ár, áðrenn hesin og aðrir týðandi veitarar fara at framleiða aftur. 

Avgerðin hjá Trump forseta at útseta hóttan um álop fekk alt fyri eitt oljuprísin at kava við 10% niður á 96 dollarar. Hann er í løtuni 103,56 dollarar. Tá hann var uppá tað mesta var hann 114 dollarar. Mesta lækkingin er uppá 13 dollarar. 

Eftir avgerð sína segði Trump á síni heimasíðu, at orsøkin til at bíða við atgerðum kemst av, at USA og Iran hava havt sera góðar samrøður. Umboð fyri Iran siga tó, at tað als ikki hava verið samrøðu við USA. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder