Uttanlands

Trupulleikar á Atlantsmóti

Tvær ferðir hevur miseydnast at knýta oljuskip í Lancaster kelduna vestan fyri Hetland

2019-02-08 15:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Heilar tvær ferðir seinasta mánaðin hevur oljufelagið Hurricane Energy verið noytt til at steðga arbeiðinum at knýta framleiðsluskipið Aoka Mizu til oljukelduna Lancaster vestan fyri Hetland.

Royndirnar at binda skipið í útbúnaðin á havbotninum eru miseydnaðar og hevur stóra framleiðsluskipið verið noytt til at fara aftur til lands. Annars var ætlanin at byrja framleiðsluna frá nýggju oljukelduni Lancaster miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið tíðliga í hesum árinum. Talan er um eina heilt serstaka og nýtt slag av oljuframleiðslu, nevniliga ”fractured basement”, sum framleiðsluhátturin verður nevndur. Farið verður eftir oljuni niðri í sjálvum grundfjallinum. Eydnast hesin nýggi framleiðsluhátturin kann hann fáa stóran týdning fyri útbygging av øðrum oljukeldum í grannalagnum eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder