Turkaland hevur gjørt eitt risastórt gassfund í Svartahavinum. Hetta upplýsir eingin minni enn forsætisráðharrin í landinum, Recep Edrogan, sambært tíðindatænastuni Bloomberg.
Hetta skal vera størsta fundið, sum er gjørt í Svartahavinum nakrantíð og er ætlanin at fara undir framleiðslu longu í 2023.
Fyri Turkaland hevur nýggja gassfundið alstóran týdning, nú landið er so bundið av innflutninginum av gassi úr fleiri av grannalondunum, her ikki minst Russlandi og Iran. Hóast hetta so er spurningurin, um Turkaland er ført fyri at skaffa fígging til eina so stóra útbygging skrivar Bloomberg.
Erdogan sigur í eini viðmerking, at hann roknar eisini við góðum tíðindum frá teirra virksemi í eystara partinum av Miðjarahavinum. Har er Turkaland við at menna eina gassútbygginarætlan, sum m.a. fevnir um eina gassleiðing frá teirra gassfeltum í Miðjarahavinum víðari til Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald