Tað kemur dátt við hjá teimum, sum hava stóran tørv á gassi, tað verið bæði Danmark og øðrum londum í ES, at stóra danska gassleiðin, Tyra, verður nógv seinkað.
Hetta hevur fingið danska orku- og veðurlagsráðharran, Dan Jørgensen til at fýlast at orkufelagnum Total Energies, sum annars hevði boðað frá, at Tyra gassleiðin, fór at lata uppaftur í næstum og harvið verða við til at nøkta part av tí stóra gasstørvinum, sum er kring alt Evropa, serliga eftir russisku innrásina í Ukraina.
Hann heldur tað vera sera óheppið, at Tyra ikki fer undir aftur at framleiða gass sum higartil ætlað, nú eftirspurningurin eftir gassi er methøgur.
Gassleiðin hevur ikki verið virkin nú í eina tíð, nú hon verður útbygd og umvæld. Stórar vónir hava verið til nettupp Tyra leiðina, sum er so mikið stór, at framleiðslan kann gera mun í stóra eftirspurninginum eftir gassi í Evropa. Tyra verður ein av heimsins mest nútímans gassframleiðslum í heiminum, tá hon er klár. Tann nýggjasta tøknin verður tikin í brúk og fer hon at minka munandi um CO2 útláti eins og hava møguleika fyri at goyma CO2.
Orsøkin til seinkanina er m.a. avleiðingar av Covid-19, har manning og veiting av tilfari til byggingina av einum nýggjum palli í Indonesia hevur verið tarnað.
Danski ráðharrin er tó vónríkur um gassveitingina til bæði Danmark og Svøríki, sum royna at nøkta tørvin aðrar vegir.
Tyra II leiðin fer at kunna framleiða 2,8 mia. kubikmetrar av gassi um árið, tá hon er liðugt útbygd. Danmark brúkti í 2021 2,15 mia. kubikmetrar av gassi. Hetta svarar til 0,4% av samlaðu nýtsluni í ES.
Nú Russland hevur gjørt av at minka um veitingarnar av gassi til Evropa hava gassleiðir sum Tyra stóran týdning fyri veitingartrygdina. Soleingi Tyra ikki framleiðir, er Danmark noytt til at innflyta gass, sum svarar til 75% av árligu nýtsluni. Tá leiðin aftur er virkin í 2023-24, kann Damark útflyta gass.
Leinkja til kunning um Tyra 2 gassleiðina í Norðsjónum:
https://tyra2.dk/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald