Tað er tey, sum argast, tá vindurin er ov nógvur. Helst hevur tað eisini verið so hjá grannum okkara í Hetlandi. Men skjótt fara hetlendingar at ynskja sær meira vind, tá fleiri enn hundrað myllur fara at mæla á hetlendska meginlandinum. Og í gjár kom henda risastóra verkætlanin eitt týðandi stig nærri, tá teir fyrstu tríggir 57 metrar longu veingirnir til vindmyllurnar komu leiðina fram.
Eins og vit í Føroyum hava verið noydd at finna frægastu loysnirnar at flyta longu veingirnar eftir vegunum, so hava tey í Hetlandi eisini lagt sær hetta heldur óvanliga arbeiðið í greyma og hava megnað tað eins væl og vit.
Fyrstu veingirnar komu fram uttan stórvegis trupulleikar skriva bæði bløðini í Hetlandi, Shetland News og Shetland Times. Vindmylnulundin hjá Viking Energy er á øllum breddum og er forsíðusøgan í Hetlandi í hesum døgum, nú tað verður ruddað slóð fyri hesi spennandi og týðandi verkætlanini.
Eins og føroyingar síggja grannar okkara fyri sunnan stórar møguleikar í vindorkuni, og teir byrja eins og vit í Føroyum á landi, men hava longu í hyggju at fara undir enn størri verkætlanir til havs. Tað verður tó neyvan í næstum.
Talan er um donsku Vestas vindmyllurnar, ið vit í Føroyum eisini hava royndir við. Vestas stendur so eisini fyri uppsetingini av vindmyllunum og er arbeiðið mett at halda fram restina av árinum.
Sambært Shetland Times hevur tað gingið væl at flyta teir ymsu stóru og tungu lutirnar eftir teimum oftani smælu vegunum. Hetta verður gjørt í góðum samstarvi við løgregluna á staðnum, sum varar av trygdini í sambandi við flutningin, ið man vera tann størsti nakrantíð í Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald