Uttanlands

Týska stjórnin vil lata uppaftur kolanám

Men stór mótstøða er ímóti avgerðini at fara undir aftur kolaframleiðslu

2023-01-14 14:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Í fleiri dagar hevur týska løgreglan roynt at stegða mótmælisfólki í týsku landsbygdini Lützerath, sum vil  forða fyri at eitt  kolanám í økinum verður latið uppaftur.

Týska stjórnin sigur seg vera noydda til at lata uppaftur framleiðsluna av brúnkoli í hesum økinum, tí tørvur er á tí fyri  at skunda undir elframleiðsluna í landinum sum ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.

Týska stjórnin sigur tað er neyðugt at lata námið uppaftur fyri at verja orkutrygdina í landinum.

Hundraðtals løgreglufólk hava roynt at flyta mótmælisfólkini, sum nú í longri tíð hava roynt at forða fyri, at kolanámið varð latið uppaftur. Mótmælisfólkini vilja vera við, at tørvur er ikki á hesum kolanáminum til tess at økja um streymframleiðsluna, tí meira av gassi er í goymslunum til at nøkta eftirspurningin. Eisini verður víst á, at einasti útvegurin fyri at loysa orkumálið er at spara orku.

Tað seinasta nýggja er, at svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg nú er komin til týska býin fyri at vísa mótstøðufólkunum sín samhuga. Júst í hesi løtu verður skipað fyri stórum mótmælistiltaki. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder