Uttanlands

Týskland fer at stuðla grønum ídnaði

Eftir at Kina og USA hava gjørt greitt, at londini fara at lata grønum orkuloysnum almennan stuðul hevur Týskland nú gjørt av at fara undir sama leist

2024-03-16 21:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Ídnaðurin í Evropa hevur leingi verið sera ónøgdur við, at eitt nú ES ikki vil lata almennan stuðul til grønar orkuútbyggingar, nú hetta er vorðið vanligt í bæði Kina og USA.

Grøna orkuvinnan í eitt nú ES hevur leingi heitt á politisku myndugleikarnar um at skapa somu umstøður fyri vinnuna sum bæði Kina og USA hava latið teirra vinnum. Nú hevur Týskland tikið stig til at veita vinnuni, sum vil vera við til at fremja grønar orkuloysnir almennan, stuðul til grønar verkætlanir.

Hetta kann hava við sær, at eisini onnur lond í ES fara at leggja seg á somu kós og stuðla grønum orkuloysnum við almennum pengum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder