Uttanlands

Týskland letur nú uppaftur kolaorkuverk

Tørvurin á gassi hevur fingið týskar orkufyritøkur at lata upp aftur kolaorkuverk.

2022-10-02 20:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Í Evropa verður nú roynt at finna nýggjar útvegir fyri at nøkta eftirspurningin eftir orku, nú veitingarnar av m.a. gassi úr Russlandi eru minkaðar niður í nærum einki. Hetta sæst nú aftur í Týsklandi, har fleiri fyritøkur hava gjørt av at lata uppaftur kolaorkuverk fyri at kunna nøkta eftirspurningin eftir orku skrivar e24.no.  Her er m.a. talan um framleiðsluna í Neurath og Niederaussem, har brúkt verður brúnkol til orkuframleiðsluna. 

Týskland hevur annars fyrr samtykt at steðga kolaorkuverkum innan 2038. Men avgerðin hjá Russlandi at gera innrás í Ukraina hevur havt við sær orkumangul í Evropa og methøgar orkuprísir, og tað fær nú Týskland til at endurskoða sína orkuveiting. 

Orkufyritøkan RWE gjørdi av at stongja kolaorkuverk í mars men legði dent á, at verkini skulu vera klár til at lata uppaftur, um orkumangul krevur tað. Orkufyritøkan Uniper varð herfyri keypt upp av týska statinum fyri at forða fyri konkursi. Fyritøkan hevur gjørt greitt, at hon fer at lata upp aftur kolaorkuverk verður tað neyðugt. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder