Uttanlands

Týskland letur uppaftur kolaorkuverkini

 Fyri at minka um gassnýtsluna, nú Russland hevur skrúvað fyri gassinum, verður kol aftur góðkent sum týðandi orkukelda. -Pínufult men neyðugt sigur týski fíggjar- og orkumálaráðharrin.

2022-07-09 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Týskland hevur sett nýggja lóg í gildi, sum gevur loyvi til at lata uppaftur kolaorkuverkini í landinum. Hetta kemur eftir, at Russland hevur skrúvað fyri stórum parti av gassútflutninginum til Týskland. Tað er annars ikki so langt síðani, at Týskland gjørdi av at stongja kolaorkuverkini í landinum eins og kjarnorkuverkini fyri at ganga grøna orkuskiftinum á møti. Týski fíggjar- og orkumálaráðharrin, Robert Habeck, sigur, at avgerðin at lata uppaftur kolaorkuverkini er pínufull men neyðug. Grøni flokkurin tekur fult undir við avgerðini men undirstrikar, at hetta skal metast sum eitt hjálpartól í eini kreppustøðu.

Mánadagin komandi hevur Russland boðað frá, at tað  fer undir at umvæla Nord Stream1 gassleiðingina til Evropa, og at hetta arbeiðið fer at taka í minsta lagi 10 dagar. Týska stjórnin heldur hesa umvæling verða óneyðuga og ber ótta fyri, at hon bara er ein undanførsla fyri at revsa Týskland fyri tess sanktiónir móti Russlandi.

Roknað verður við at Russland hevur í hyggja at longja um umvælingartíðina enn meira, soleiðis at gassveitingin til Týskland verður løgd lamin í eitt longri tíðarskeið. Tað er fyri at fyribyrgja avleiðingunum av hesum, at so stór semja er í týska tinginum at lata uppaftur kolaorkuverkini. 

Tað var fríggjadagin, at bæði kømurini í týska parlamentinum, rætt og slætt kúvendu í orkupolitikkinum. Ikki tí politikararnir nú bráddliga vilja venda tí grøna orkuskiftinum bakið, men tað er meira av neyð, at hetta verður gjørt, tí landið má hava aðra orku enn gass at seta ístaðin at framleiða lívstýðandi streym, skulu samfelagshjólini ikki heilt steðga upp, nú Russland hevur avgjørt at kvetta umleið 60% av gassveitingini til Týskland og samtíðis hóttir við at steðga øllum útflutninginum av gass. At hetta kemur nú veturin skjótt fer at nærkast kann koma sera illa við hjá Týsklandi, og tí var nærum eingin millum politikararnar ímóti at lata uppaftur fyri kolaorkuverkunum. 

Saman við uppskotinum var eisini semja um at skunda undir menningina av varandi orku sum eitt amboð at verja veitingartrygdina og trygdina sum heild. Eisini sigur semjan, at allar landspartastjórnir í Týsklandi skulu seta av øki til vindmylnulundir. 

Flest allir flokkar í týska tinginum eru fyri at lata upp aftur kolaorkuverkini fyrbils. Fíggjar- og orkumálaráðharrin vísir á, at Týskland er vorðið gísli av umstøðunum og er tvingað til at taka til óvanlig stig. Verður ikki okkurt gjørt nú fyri at avloysa russiskt gass, kann Týskland enda í tess ringastu búskaparstøðu síðani seinna heimsbardaga. Hann gevur eisini fyrrverandi kanslaranum Merkel ábygdina av støðuni, tí tað var í hennara tíð, at Týskland gjørdi seg  heft at russiskum gassi.  


Keldur: Guardian, Politiken

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder