Innanlands

Umhvørvisárinsmeting av royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi

SEV ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund.

2023-02-20 16:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Elfelagið SEV hevur í nøkur ár gjørt royndir við at framleiða el úr sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Talan er um ein dreka, sum ferðast uppi í sjónum. Hesin drekin hevur ein framleiðslumátt upp á 100 kW.

SEV ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund. Nýggi drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 m og vigar 28 tons. Framleiðslumátturin er 1.200 kW, og metta framleiðslan verður millum 3 og 3,5 MWt av elorku um árið.

Drekin verður settur út á 70-100 m dýpi, og ferðast í eini áttatalsbreyt á einum dýpi millum 35-65 metrar við eini ferð upp á 6-10 m/s. Økið, sum drekin ferðast á, er uml. 55 ferðir 110 metrar.

Í hesum sambandi hevur SEV gjørt eina lýsing av ætlanini og eina meting av, hvørji árin ætlanin kann hava á sjófugl, fisk, havsúgdjór og fiskiskap í Vestmannasundi. 

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningurin hoyrast. Almenn lýsing er her.

Freistin at gera viðmerkingar til árinsmetingina er seks vikur. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til [email protected] ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, og skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. apríl 2023

Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder