Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlað pumpuverk hjá SEV í Vestmanna.
Talan er um eitt orkuverk við bæði vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum, og pumpum, sum skulu pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.
Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja uml. 390 tús. m3 av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.
Í góðkenningini eru settar treytir um at arbeiðið skal ávirka náttúrina minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald