Innanlands

Undantak frá kravi um umhvørvisgóðkenning

Til sólorkuverk hjá Luna í Miðvági

2022-10-20 16:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Umhvørvisstovan hevur hin 18. oktober 2022, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, givið undantak frá kravinum um umhvørvisgóðkenning til:

Sólorkuverk hjá P/F Luna í Miðvági

Avgerðin sæst her og kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi 15. november 2022, skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder