Uttanlands

Upphøgging av oljupallum týdning fyri hetlendska búskapin

Gamlir oljupallar úr Norðsjónum nýggj byrjan fyri Hetland

Hesin risastóri oljupallurin, sum hevur verið virkin í Norðsjónum í fimti ár, skal vera við til at skapa menning í Hetlandi, har hann nú verður upphøgdur og endurbrúktur. Pallurin er júst komin til Dales Voe, upphøggingarhavnina uttan fyri Lerwick og fer sundurtøkan at geva arbeiði til 50 fólk komandi tíðina.

Hesin risastóri oljupallurin, sum hevur verið virkin í Norðsjónum í fimti ár, skal vera við til at skapa menning í Hetlandi, har hann nú verður upphøgdur og endurbrúktur. Pallurin er júst komin til Dales Voe, upphøggingarhavnina uttan fyri Lerwick og fer sundurtøkan at geva arbeiði til 50 fólk komandi tíðina.

2020-09-08 11:55 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Dale Voe verður útbygt til at taka ímóti gomlum oljupallum.

Hjá næsta granna okkara, Hetlandi, síggja tey stórar møguleikar í nýggju “decommissioning” vinnuni, har gamlir oljupallar og -útbúnaður verða fluttir til lands at vera høgdir upp til víðari endurnýtslu.

Nú meira enn 50 ár eru liðin, síðani fyrstu oljupallarnir sóu dagsins ljós í Norðsjónum, eru fleiri av oljugoymslunum í undirgrundini um at tømast.  Oljufeløgini hava bundið seg til at rudda upp eftir sær og taka pallar og annan útbúnað niður, tá tey gevast við framleiðsluni. 

Í Bretlandi, Danmark og Norra síggja tey stórar arbeiðs- og inntøkumøguleikar at vera partur av nýggju vinnuni, sum komandi 10 árini verður mett at gerast ein sera umfevnandi vinna við hundraðtals milliardum kr. í umfari.

Eins og Hetland hevur verið partur av kolvetnisvinnuni í hálvthundrað ár, so vil lítla oyggjasamfelagið nú eisini hava sín part av køkuni, nú ein oljupallur fyri og annar eftir verður fluttur til lands og har tiknir sundur við tí fyri eygað at verða endurbrúktir.

[object Object]

Í Bretlandi er kappingin hørð um at vera staðið, har framtíðar upphøgging fer fram. Frágreiðingar, sum eru gjørdar um, hvar best hóskandi staðið til upphøgging er í Bretlandi, peika m.a. á Hetland. Og tað gongur so eisini sjón fyri søgn. Tí nú um dagarnar kom størsti oljupallurin higartil til Hetlands. Heimsins størsta flutningskip “Pioneering Spirit” flutti pallin, Ninian North til lands, har hann nú stendur á landi í Dales Voe, uttan fyri Lerwick. Hetta er annar pallurin, sum kemur til Hetlands. Fyri tíð síðani kom ein minni pallur, Buchan Alpha til oyggjarnar, og var tann fyrsta royndin so mikið væleydnað, at hesaferð varð roynt við einum væl størri palli, sum nú stendur trygt á bryggjuni í Dales Voe. (Sí mynd)

[object Object]

Hjá veitingarfyritøkuni Peterson í Lerwick, sum er tann, ið stendur á odda fyri arbeiðinum at fáa upphøggingarvinnuna at festa rót í Hetlandi, eru tey sera fegin um gongdina higartil. Alt hevur gingið uppá stás, og nú síggja tey fram til at fara undir stóra arbeiðið at taka pallin sundur. Umleið 97% av tilfarinum verður endurbrúkt. Arbeiði verður til meira enn 50 fólk og fevnir um nógvar ymsar fyritøkur.

[object Object]

Upphøggingarvinnan gevur longu arbeiði til nógvar hendur í Hetlandi. Her frá arbeiðinum í upphøggingarhavnini í Dales Voe

Politikarar í Hetlandi eru eisini fegnir um gongdina og vóna, at henda nýggja vinnan kann gerast týðandi partur av búskapinum í oyggjunum nógv ár fram. Eisini aðrastaðni í Bretlandi raðfesta tey upphøgging av gomlum pallum.

Havnamyndugleikarnir í Lerwick síggja fram til nógv virksemi komandi árini, sum stavar frá hesi nýggju vinnuni. Men havnin fer eisini at fáa sín lut í menningini av nýggjum orkuloysnum frá varandi orku, eitt nú vindmyllum. Arbeitt verður m.a. við at seta upp 113 vindmyllur í Hetlandi, ið skulu nøkta part av orkutørvinum á landi umframt at veita streym til oljupallar bæði eystanfyri og vestanfyri Hetland fyri harvið at minka um CO2 útlátið.

[object Object]

Í havnini í Lerwick eru tey eisini spent um gongdina bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, nú stjórnin hevur latið fleiri nýggj leitiloyvi til oljufeløg. Eisini verður fylgt væl við teimum stóru útbyggingunum av olju- og gassleiðum, sum standa fyri framman. Alt hetta kann vera við til at menna og fjøltátta hetlendska búskapin.

[object Object]

Seinasta hond verður løgd á upphøggingina av oljupallinum Buchan Alpha, her í Lerwick.

Sum skilst eru tað eisini fyritøkur í Føroyum, sum fylgja við gongdini í Hetlandi, eitt nú í sambandi við upphøgging av gomlum oljupallum. Eisini verður fylgt væl við oljuvirkseminum á Atlantsmótinum. Í gjár segði stjórin á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe við útvarpið, at tey fylgja væl við gongdini eystan fyri markið, har bretskir myndugleikar júst hava latið nýggj leitiloyvi til fleiri oljufeløg.

[object Object]

Tá fyrsti oljupallurin kom til Hetlands til upphøggingar fyri góðum ári síðani, her Buchan Alpha.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder