Uttanlands

USA gongur á odda at minka um metan-útlát

Eftir at fyrrverandi forsetin Donald Trump tók USA úr Parísavtaluni, gongur Biden forseti nú heilt nýggjar leiðir, og ein teirra er at minka um metan-útlátið.

2021-11-02 15:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Metan, sum er útlát frá serstakliga olju- og gassframleiðslu umframt landbúnaðinum, stendur fyri stórum parti av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassum í heiminum. Og tað skal nú skerjast av álvara.

Tað er USA, sum saman við ES gongur á odda at fáa heimsins lond at seta krøv til útlát av metan. Biden forseti sigur, at ætlanin er at minka um útlátið við 30% í 2030. Tað er skjótasta leiðin ítøkiliga at minka um upphitingina av jørðini. Meira enn 90 lond siga seg vilja vera við til at seta hesa avgerð í verk. Eitt nú hevur Brasil, sum er eitt av teimum londunum, sum stendur fyri mest metan-útláti frá bæði landbúnaðinum og oljuvinnuni, sagt seg vilja skriva undir eina avtalu. Kortini hava fleiri av heimsins størstu londum, Kina, India og Russlandi ikki latið við seg koma. Óvist er um tey vilja ganga við til slíka avtalu.

ST sigur, at avmarking av metanútláti er skjótasti vegurin at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Tað stavar sum hjávøra í olju- og gassframleiðslu, frá kjøtframleiðslu og landbúnaði, frá tyrvingarplássum, kolanámum ol.

Longu nú verður tosað um, at útspælið frá Biden forseta um metanútlátið kann gerast stóri vinnarin á COP26, nú fleiri bakkøst hava víst seg, har eitt teirra er avgerðin hjá India ikki at vera CO2 neutralt fyrr enn í 2070 tvs. 20 ár seinni enn flestu onnur lond.

Roknað verður við at USA fer at leggja fram uppskot um metanútlát í dag. Biden nýtist ikki undirtøku frá amerikonsku kongressini fyri at kunna leggja hetta fram. Uppskotið, sum umsitingin hjá Biden forseta hevur arbeitt við í eina tíð, skal ætlandi fyrst koma í gildi í USA. Roynt verður nú á COP26 at fáa tað at galda um allan heimin.

Biden forseti sigur, at skerjing av metan-útláti er mest munagóða strategiin fyri at seinka og minka um upphitingina av jørðini uppá stytri sikt. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder