Uttanlands

USA tikið sætta tangaskipið við Venesuela

Hetta er partur av royndunum at steðga sanktioneraðum útflutningi av olju úr Venesuela 

2026-01-16 14:34 Author image
Jan Müller

BBC veit at siga, at amerikanska sjóverjan hevur tikið enn eitt tangaskip út fyri Venesuela. Talan er um Veronica, sum er sætta tangaskipið, sum USA leggur hald á. Talan er eftir øllum at døma um enn eitt tangaskip, sum er partur av sonevnda russiska skuggaflotanum, tvs. skip, sum royna at sleppa uttan um sanktioneringina av russiskari olju eins og olju úr Venesuela.

[object Object]

USA hevur annars gjørt avtalu við stjórnina í Venesuela um at selja 50 mió. tunnur av olju. Inntøkan skal so fara til at halda lív í stýrinum og búskapinum í Venesuela. Tað ljóðar annars, veit New York Times at siga frá,  at Trump forseti hevur latið oljufelagnum Vitol, sum hevur verið eitt av stuðlunum hjá Trump til seinasta val, part av inntøkunum frá oljuni, sum USA hevur lagt hald á higartil og flutt til USA. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald