Uttanlands

Russland letur upp fyri dieselútflutningi

Hetta verður gjørt eftir avtalu millum USA og Russland.

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at Russland er til reiðar at veita amerikanska og altjóða marknaðinum olju (Mynd: Vyacheslav Prokofyev/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at Russland er til reiðar at veita amerikanska og altjóða marknaðinum olju (Mynd: Vyacheslav Prokofyev/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-11 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland loyvir nú aftur útflutning av diesel, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin og amerikanski forsetin, Donald Trump hava gjørt eina avtalu um at fáa diesel út á amerikanska og altjóða marknaðin.

Les eisini: Trump: Russland sleppur at útflyta diesel

Aleksander Novak, varaforsætisráðharri í Russlandi sigur, at framleiðslunøgdirnar eru nóg stórar til at nøkta bæði russiska og altjóða tørvinum.

Loyvið fór í gildi í gjár og ger tað møguligt at útflyta 500.000 tons av diesel í fyrsta umfari.

Tað var fyrr í ár, at Russland avmarkaði útflutningin av diesel. Orsøkin var ukrainsk álop á russisk oljureinsiverk, sum elvdu til trot á brennievni í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder