Uttanlands

USA við revsitiltøkum móti russiskum oljufeløgum

Øll heimspressan hevur í kvøld ruddað forsíðurnar. USA boðar nevniliga  frá, at tað setir revstitiltøk í verk móti tveimum teimum størstu russisku orkufeløgunum.

2025-10-22 22:35 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um russisku orkurisarnar Lukoil og Rosneft, sum USA metir vera teir, ið halda russisku krígsmaskinuni koyrandi. Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at Russland ikki vildi taka undir við amerikanska uppskotinum um vápnahvíld í Ukraina.

Ætlanin var annars at hava fund í Ungarn, har russiski forsetin Putin og amerikanski forsetin Trump skuldu umrøða støðuna í Ukraina, og har Trump kravdi eina vápnahvíld. Tað sama hava Ukraina og ES londini eisini ynskt. Tá Russland ikki vildi ganga við til eina vápnahvíld helt Trump onga orsøk vera til at hava fundin í Ungarn, sum tískil varð avlýstur. 

Tað kemur óvart á tey flestu, at USA nú brádliga hevur tikið hetta stigið, tí higartil hevur USA ikki viljað tikið stig, sum ganga ímóti Russlandi. Putin vil eftir øllum at døma ikki hoyra talan um at gevast við krígnum, tí hann viðurkennur ikki, at Ukraina er til.

Greinarar siga í kvøld, at nú verður bíðað í spenningi eftir, at tiltøkini móti russisku feløgunum verða sett í verk, tí søgan vísir, at lítið skal til fyri, at Trump broytir støðu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder