
Hetta skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu. Tá hugt verður at yvirskipaðu gongdini, sæst, at útlátið av vakstrarhúsgassi var rættiliga støðugt millum 2001 og 2016. Síðan vaks útlátið á hvørjum ári millum 2016 og 2021. Árið eftir, í 2022, minkaði samlaða útlátið fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár. Sum myndin niðanfyri vísir, er henda støðan galdandi uttan mun til, um útlendsk fiskiskip verða tald við ella ikki. Í 2023 øktist útlátið aftur frá 1,10 mió. tons í 2022 til 1,13 mió. tons CO2-eindir. Í 2024 lækkaði útlátið tó aftur niður í 1,06 mió. tons CO2-eindir, sum svarar til eina minking á 6 prosent. Verða útlendsk fiskiskip ikki tald við, svarar minkingin til á leið 7 prosent. Mynd: Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2024, í tons av CO2eindum. Verður hugt nærri at orsøkunum til, at samlaða útlátið í 2024 var knapt 68 túsund tons CO2-eindir minni enn í 2023, skyldast hetta serliga: Yvirhøvur minkaði oljunýtslan, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi, hjá øllum brúkarum. Myndin niðanfyri vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2024. Sum nevnt fall oljunýtslan og harvið útlátið hjá øllum brúkarum av olju. Mynd: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, tíðarskeiðið 1990-2024. Útlendsk fiskiskip eru íroknað. Tølini stava frá frágreiðingini Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, 1990-2024, sum Umhvørvisstovan júst hevur almannakunngjørt. Til ber at síggja alla frágreiðingina og fleiri hagtøl um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í Vitanargrunninum hjá Umhvørvisstovuni á leinkjunum niðanfyri.
Keldur:
https://www.us.fo/utlatid-av-vakstrarhusgassi-minkadi-i-2024/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald