Innanlands

Útlendsk oljufeløg leita longu eftir olju og gassi í Føroyum

Tey brúka arbeiðsorku uppá tað og hyggja eftir data. Tað eru eisini ávís útlit til, at okkurt útlendskt olju- og gassfelag fer at biðja um loyvi til at leita í einum ávísum øki á føroyska landgrunninum longu í heyst sigur stjórin á Jarðfeingi

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi: -Oljufeløg hyggja eftir áhugaverdum økjum í føroysku undirgrundini. Mynd Jan Müller

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi: -Oljufeløg hyggja eftir áhugaverdum økjum í føroysku undirgrundini. Mynd Jan Müller

2022-06-16 17:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er áhugi fyri at leita eftir olju og gassi í føroyskum øki, men hvussu stórur áhugin er ilt at meta. Tað sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi í samrøðu við Útvarpið.

Hann vísir á, at tað hevur verið áhugi fyri føroyska økinum tey seinastu 10 árini,  og hann er ikki minni nú.

“Okkara uppgáva frá landsstýrinum er at selja tað føroyska økið til oljuvinnuna soleiðis, at er nøkur olja og gass í føroysku undirgrundini, so hjálpa vit oljufeløgunum við at finna hana og fara undir at framleiða. Tað gera vit við at samskifta við oljufeløg, sum eru áhugað í føroyska økinum, og tað hava vit gjørt í mong ár, og tað samskiftið er eisini í gongd nú, sigur Jarðfeingisstjórin og heldur fram:

-Vit vita, at tað eru oljufeløg, sum brúka orku uppá at hyggja eftir føroyska økinum og hyggja eftir jarðfrøðini fyri at vita, um tey síggja nakrar líknandi strukturar sum teir vestan fyri Hetland, har tað longu er nógv framleiðsla í gongd. Og Jarðfeingi, sum ger eitt stórt og umfevnandi granskingararbeiði, hjálpir teimum við tí.

[object Object]Nú ein "Open Door" skipan er galdandi fyri leiting á føroyska landgrunninum, kunnu oljufeløg nær tað skal vera søkja um loyvi at leita í ávísum øki innan svørtu strikuna og markið.

-Okkara jarðfrøðingar kenna føroyska jarðfrøði eitt sindur betri enn útlendsku oljujarðfrøðingarnir, so teir kunnu eisini hjálpa teimum við tí, sigur Niels Christian Nolsøe við útvarpið.

Hann leggur aftrat, at veruleikin er tann, at oljufeløg leita longu í føroyskum øki eftir olju og gassi. Tey hyggja og brúka arbeiðsorku uppá tað og hyggja eftir data. Tað eru eisini ávís útlit fyri, at okkurt útlendskt olju- og gassfelag fer at biðja um loyvi til at leita í einum ávísum øki á føroyska landgrunninum.

-Eg veit tó ikki, hvussu stór hesi útlit eru. Tað kann henda nær sum helst, men tað kunnu eisini ganga fleiri ár. Í fyrsta lagið, um nakað hendir á tí økinum, so verður tað longu í heyst sigur stjórin á Jarðfeingi.

 [object Object]

Tað eru oljufeløg, sum longu brúka orku uppá at hyggja eftir føroyska økinum og jarðfrøðini fyri at vita, um tey síggja nakrar líknandi strukturar sum teir beint eystan fyri markið, har tað longu er nógv framleiðsla í gongd


Tað byggir hann á, at vesturlendsku stjórnirnar eru áhugaðar í at leita eftir olju og gassi í vesturlendskum øki fyri at fylla út tað tapið, sum minkandi innflutningurin úr Russlandi hevur við sær.

-Eg byggi tað eisini á tað heilt ítøkiliga vit fáast við í løtuni, sigur Niels Christian Nolsøe í samrøðuni við Útvarp Føroya.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder